Dømi um støðu, har borgarstjóri og umsiting tóku politikara av ræði.


Sum fyrrverandi forkvinna á eldraøkinum í Tórshavnar Kommunu, var eg sera tilvitað um, at arbeiðsmentanin, trivnaður og starvsfólkarøkt skuldu hava professionelt støði.





Tí stríddist eg ímóti og vardi starvsfólk, sum ikki hevði fingið tær starvsumstøður, tann stuðul og ta tilgongd, sum sømdi seg økinum – men tvørturímóti, vegna vánalig arbeiðskor og vánaligan trivnað fekk durafjórðingin – fyri ikki at hava ‘spælt við’ reglum, leiðslustrukturi og arbeiðsanda.





Sum politikari reisti eg spurningin yvirornað og ynskti uppsøgnina tileinkisgjørda og umsitingarligu sjóneykuna á arbeiðsplássið sum heild, við støðulýsing fyri eyga, eisini spurningin um gjøgnumtrekk av starvsfólki.





Hóast politikarar, sum heild, ikki vara av starvsfólkamálum, var henda uppsøgn tekin um ein starvskultur, sum eg politiskt vildi hava eina meining um.





Eg fekk ikki nøktandi viðspæl frá borgarstjóra, samgongu og umsiting, sum tvíhildu um løgfrøðisligu handfaringina av málinum, har ein ávís gerð skuldi verða avgerandi fyri, hvørt eitt hátt virt starvsfólk, sum varð elskað av búfólki og avvarandi, skuldi ‘avlívast ella ikki.’





Tveyára stríð millum meg sum politikara, við undirtøku frá avvarandi hjá búfólki, - við borgarstjóra, samgongu og umsiting, hevur ikki enn fingið ein enda.





Einir tríggir løgfrøðingar, HR-fólk, stjórar og leiðarar hava í longri tíð flutt sakina, av einum borði á annað.



Løgtingsins umboðsmaður átalaði handfaringina av málinum og setti spurnartekin við, um gerðin hjá starvsfólkinum svaraði til sektina ella uppsøgnina.





Hóast tað, hildu borgarstjóri og kommunustjóri áfram at stríðast móti okkum, politikara og avvarandi, og koyrdu sakina til uttanfyristandandi advokat.





Málið fyllir nú eini 400 A-4 síður, óivað eina hálva millión í umsitingarligum kostnaði, hevur kravt eini 5-6 embætisfólk í longri tíð – eins og uttanfyri standandi advokatur í løtuni arbeiðir við at fáa semju í lag millum starvsfólkið og kommununa.



Ikki við at geva tí starvið aftur, nei,  við onkrum millumtingi.





Samanumtikið vil eg vísa á, hvussu politiski viljin, um ikki at hava eina ‘straffimentan’, men eina uppbyggjandi og góðsliga mentan, har pláss er fyri feilum, har fólk støðast, streyma til og fáa eitt gott arbeiðslív, varð ‘saboterað’ av borgarstjóra og umsiting.





Sum forkvinna á økinum er hóskandi at siga, at starvsfólkaviðurskifti bara er ein partur av økinum. Vit vita, at økið treingir til aðrar dagføringar, bæði innihaldsliga, rakstrarfíggjarliga og útbúgvingarliga. Vóni karmar og vilji verða til hetta í hesari setuni. 





Vildi vísa á trupulleikan hjá politikara at vara av øki, sum bygnaðarliga er skipað á henda hátt, og har sami andi ikki er í allari skipanini.





Bergun Kass, fyrrverandi forkvinna á eldraøkinum.