Danir ætla at sleppa at stongja føroyska loftrúmið


Samgongan ætlar nú at geva dønum uppaftur víðari heimildir í føroyskum loftrúmi, og tað kann fáa avleiðingar fyri flogvøllin í Vágum.



Føroyar hava yvirtikið flogvøllin í Vágum, men loftrúmið er danskt málsøkið. Nú ætlar samgongan at danski ráðharrin skal hava heimild at lata føroyska loftrúmið aftur, og harvið í veruleikanum stongja flogvøllin í Vágum.



Hetta stendur m.a. í uppskotinum frá landsstýrismanninum í Vinnumálum



”Når hensynet til den offentlige sikkerhed, militære grunde eller særlige omstændighederkræver det, kan transportministeren fastsætte regler om, at adgangen til luftfart inden for visse områder indskrænkes eller forbydes.”



Hesum mugu vit ikki loyva. Flogvøllurin er yvirtikin, og vit eiga at yvirtaka loftrúmið beinavegin.



Tjóðveldi legði uppskot fyri tingið um at yvirtaka loftrúmið, men tað varð felt.



Men nú síggja vit, hvussu umráðandi tað er at hava tamarhald á loftrúminum.



Beinta Løwe
Løgtingskvinna, Tjóðveldi