Burðardygd er ramasti álvari

"Bakkafrost partur av nýggjum burðardygds-indeksi á keypsskálanum í Oslo."





Soleiðis ljóðaði ein yvirskrift í miðlunum í farnu viku. Burðardygds-indeksið ella ESG-indeksið fevnir um tær 40 skrásettu fyritøkur, ið avrika best innan ESG-økið. ESG stendur fyri Environment, Social, Governance, tvs. Umhvørvi, Samfelag og Stýring.





Vit kunnu halda fram. So seint sum í vetur vann Hiddenfjord tvær altjóða virðislønir fyri burðardygd, og hyggja vit á heimasíður, í ársfrásagnir og tíðindaskriv, so vigar umhvørvið alsamt hægri hjá nógvum fyritøkum.





Í fjør stovnaði fiskivinnan felagið FISF - Faroe Islands Sustainable Fisheries, ið við burðardyggari fiskiveiðu vil leggja fiskiskapin til rættis so fiskastovnar og havumhvørvi verða gagnnýtt og røkt til frama fyri komandi ættarlið.





Sum vera man eru nakrar fyritøkur eftirbátar, meðan aðrar eru oddafiskar. Tað vilja verða tær fyritøkur, ið taka burðardygdina seriøst, ið koma at standa eftir sum vinnarar, meðan tær afturhaldssinnaðu spakuliga koma at dragna so hvørt sum veruleikin yvirhálar tær.





Burðardygd í verki



Burðardygd er ikki bara eitt orð vit siga, men nakað, ið má vísast í verki. Í okkara vinnuliga virksemi mugu vit ikki gera nakað sum oyðileggur fyri komandi ættarlið, men virka í samljóði við náttúruna.





Men burðardygd er meiri enn einans tað umhvørvisliga. ESG-hugtakið fevnir eisini um samfelagslig viðurskifti sum mannarættindi, brúkaravernd, djóravernd og innanhýsis viðurskifti sum arbeiðskor, trygd o.l.





Burðardygd snýr seg sostatt um meiri enn einans umhvørvisvernd, men kann eisini snúgva seg um at virka í samljóði við lokalsamfelagið. Hetta hugtak nevnist eisini CSR ella Corporate Social Responsibility og merkir at fyritøkan má vísa, hvussu hon ger átøk til frama fyri tí umhvørvi hon virkar í. Ymiskar fyritøkur leggja sjálvandi dent á ymisk viðurskifti, men sum heild væntar samfelagið nú á døgum, at ein fyritøka ikki bara hugsar um seg sjálva, men eisini um onnur.





Ikki bara grønvasking



Summi hava framvegis ta fatan, at burðardygd mest av øllum eru læntir fjaðrar. Ein máti at pynta seg við føgrum orðum, meðan virksemið heldur fram á óburðardyggan hátt.





Hetta er ivaleyst galdandi fyri nakrar fyritøkur. Men sum heild tykjast fyritøkur at laga seg til tann nýggja veruleikan. Tað ber illa til at fáa viðurkenningar, virðislønir og ESG-indeksering uttan so at burðardygdin er væl skjalfest. Sama er galdandi fyri m.a. MSC-góðkenningar.





Tí noyðast fyritøkur at vísa burðardygd í verki, um tær vilja vera partur av tí góða selskapinum. Sokallað "grønvasking" er alt ov løtt at avdúka í okkara upplýsta parti av heiminum.





Vit politikarar fegnast um tær fyritøkur, ið vísa veg, men eiga eisini at seta krøv til tær fyritøkur, ið drála ov nógv.





Jaspur Langgaard
løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin