Boð frá Veðurlagslóg Nú! um keyp av oljufelagnum Magn


Veðurlagslóg Nú! sendir hervið boð inn um keyp av Magn fyri 1,00 kr.



Føroyar hava tikið undir við paríssáttmálanum sum staðfestir, at miðal hitaøkingin á Jørðini skal avmarkast til í mesta lagi 2C hitastig, og helst undir 1.5C hitastig. Fyri at røkka hesum, mugu vit steðga við at bjálva Jørðina, t.v.s. steðga útláti av vakstrarhúsgassum frá olju, gassi og koli. Oljuframleiðslan má niðurlagast, áðrenn oljan er uppi, tí tá er ov seint og vendist ikki við.



Oljuvinnan hevur onga framtíð. Hon er ikki kappingarfør við framleiðslu av varandi orku, hvørki tá talan er um prís, sjálvbjargni, heilsu ella umhvørvi. Oljuvinnan er drívmegin handan veðurlagsbroytingarnar vit merkja í dag.



Hesum hevur oljuvinnan vitað av í mong áratíggju. Tó hevur hon einki gjørt fyri at basa veðurlagskreppuni - tvørturímóti. Oljuvinnan hevur sáað iva um veðurlagsvísind við lygnum um bæði veðurlagskeppuna og neyðugu loysnirnar, ið longu eru tøkar. Hendan villleiðingin heldur áfram umvegis Magn. Fyrrverandi nevndarformaðurin, Jens Meinhard Rasmussen, váttaði við einum langum villleiðandi skrivi í miðlunum 12.01.2021, at Magn framvegis er ein bági fyri orkuskiftið. Oljuvinnan er ein deyður endi.



Eftirsum Magn eftir øllum at døma ikki hevur viðurkent hendan veruleikan, men framvegis roynir at drýggja oljuøldina, so meta vit á einum framskygdum grundarlagi ikki, at felagið er vert meiri enn 1,00 kr í verandi líki.



Oljuvinnan skal taka ábyrgd á seg við at fella í fortíðina. Oljufelagið Magn fer í søguna, og leggur fult og heilt um til at vera ein viðspælari í at basa veðurlagsbroytingunum við at veita føroyingum og føroyska vinnulívinum burðardygga og varandi orku.



Magn sum ogn hjá Veðurlagslóg Nú! fer í framtíðini at:







Vinarliga
Veðurlagslóg Nú!