Bensin í blóðinum?


Tað eru nøkur, ið eru fødd við bensini í blóðnum, og nógva staðni verður hetta dyrka og íðka sum ítróttagrein burturav. Tíverri hava vit ikki umstøður fyri tess her heima, hóast landslagið er vælegnað tá hugsað verður um lendiskoyring. Tey sleppa ikki at royna sínar dygdir á kross ella á 4 hjólaðum motorsúkklum, tí hetta er forboðið í almennu ferðsluni.



Føroya MC felag hevur roynt at hjúkla um umstøðurnar, og lænir eitt øki við Oyggjarvegin, frá kommununi, fyri at menna lendiskoyringina. Økið er alt ov lítið og møguleikarnir avmarkaðir. Kommunan eigur at seta eitt nógv størri økið av, og geva MC felagnum ræðisrætt yvir økinum – eitt nú, sum vit hava sæð við skótaøkinum í Havnadali – soleiðis at tey sjálvi fáa gjørt av hvussu lendið best verður skipað og gagnnýtt til endamálið.



Íløgan er ikki stór, men krevur bert, at kommunan gevur MC felagnum ræðisrætt yvir økið, og játtar teimum nakrar krónur soleiðis at tey fáa gjørt banan til.



MC Felgaði skipar eisini javnan fyri kappingum í “Road Race”, har luttakararnir koyra um kapp við prutlum. Tíverri tykist tað, sum tað ikki er pláss fyri hesi ítróttargrein í Tórshavnar Kommunu. Tá kappingarnar verða fyriskipaðar má leitast út um Tórshavn, fyri at fáa loyvi at nýta eitt økið til kappkoyringina. Tað er undir alt lágmark at størsta kommuna í landinum ikki kann hýsa hesum fólkunum. Tað kostar kommununi einki tí, sum oftast verður koyrt á havnaløgum. Tískil skal eingin íløga til, bert vælvild frá kommununi.



Slíkur bani skapar trivna og opnar møguleikan fyri nýggjum ítróttargreinum. Umframt tað skapar tryggari ferðslu, tá borgararnir við bensini í blóðinum, fáa umstøður at koyra undir skipaðu viðurskiftum við Oyggjarvegin, ístaðin fyri á Havnargøtum!







Rói B. Poulsen



Kommunuvalevni fyri Fólkaflokkin