Beiggi mín Vilmund

 Beiggi mín Vilmund hevur búð í eini íbúð á
Mýruni 6 í nógv ár – og har hevur hann trivist sera væl. Fyri langari,langari
tíð síðan var á ljóði, at vegna sopp á Mýruni 6, so skuldi hann-og onnur-
flyta. Og so bleiv. Hann flutti á Mýruna 4 í eitt lítið kamar. Har fall hann
skjótt til og kom at stórtrívast.Men her skuldi hann so bara verða fyribils, tí
ætlanin var, at Mýran 4 eisini skuldi steingja. Hendan flytingin varð tó útsett
ferð eftir ferð. Í seinastu viku, eina viku undan vali, flutti hann so aftur –
hesaferð út í Torfinsgøtu í Havn. Hóast stutt tíð er frálíðin, tykist hann at
vera fallin til.



Orsøkin til, at hesar flytingar, hóast alt,
hava gingið so væl, sum tær hava, er eina og alleina teim fantastisku
starvsfólkunum, sum dagliga eru um hann, fyri at takka.



Tað, sum far meg at taka til pennin, er tað
sum er farið fram í hesum málið. Hann er nú 75 ára gamal og hevur altíð verið
glaður fyri at havt frið og havt ein fastan, reguligan gerandisdag við so fáum
broytingum sum gjørligt. Tað kann mann ikki siga hevur eyðkent hetta seinasta
árið, har hann hevur flutt ikki minni enn tvær ferðir.



Her skal eisini havast í huga, at peningur
hevur verið tøkur at byggja nýtt tíðarhóskandi sambýlið – uttan at spakin enn
er settur í jørðina. Eg vil kalla tað politiskt drál!



Áðrenn Vilmund gjørdist 70 ára gamal arbeiddi
hann á Verkstaðnum Vón. Altíð verið eitt arbeiðsgrev! Hann elskaði hetta,
málaði pelar(prestar) og treivst sera væl. Hetta var ein sera týðandi táttur í
lívi hansara. MEN, stutt eftir at hann fylti 70, var ongin møguleiki meir á
Verkstaðnum. Hetta neit honum fast. Hann hevði jú somu førleikar, sum dagin
fyri hann skuldi gevast! Hetta skal als ikki skiljast, sum ábreiðsla á VÓN ella
starvsfólk tess. Tí tey dugdu sera væl at vera um hann og var ein stór orsøk
til hansara trívsil á Verkstaðnum.



Aftur her hevur tann politiska skipanin svikið,
tí eftir hann gjørdis 70, hevur hann einki  tilboð um handaligt arbeiði havt og tað hevur
hann saknað í stóran mun. Dugdi als ikki at skilja, at tá hann kundi fara til
arbeiðis “í gjár”, at hann so ikki eisini kundi fara til arbeiðis “í morgin”.
Førleikanir vóru jú óbroyttir! Starvsfólkini á Mýruni, sum hava nóg mikið at
takast við frammanundan, hava so avgjørt roynt at fjálgað um hansara gerandisdag
– ongin ivi um tað!



Eingin, ið hevur menningartarn, eigur at koma
í slíka støðu sum bróðir og javnlíkar hansara! 



149 
persónar eru á bíðilista hjá almannaverkinum til
búfelagsskapir,sambýlir, bú-og viðgerðastovnar og røktarheim!



Eingin, heldur ikki ein ið hevur
menningartarn, eigur at verða uppsagdur vegna aldur. Tað skal ikki vera
aldurin, men førleikin, ið avgerð, nær tú skalt gevast á arbeiðsmarknaðinum.



Steingrim Niclasen, sáli sigur so væl og
beinraki í yrkingini “ Undir heimsisns súlnagangi” :



                                                    Undir
heimsins súlnagangi



                                                    sitað
fjónað enn í mangi,



                                                    tey,
ið verða kallað veik.



                                                    Ongan
leik í lívsins talvi,



                                                    flyta
tey av egnum alvi



      HVØR vil flyta teirra leik.



 Ein av orsøkunum fyri, at eg stilli upp til
løgtingsvalið er, at eg fegin vil vera við at “flyta teirra leik”. Tað er mær
eitt hjartamál.



Í hesum “gulltíðum” hevur óskiljandi verið
alt ov nógv drálað !!



Nú skal ikki drálast meir !!!



 Tordur J. Niclasen,

valevni fyri Miðflokkin