#-BaraJohanDahl (partur 2)

- ein motivatión og onnur

Ei undur í, at Johan Dahl, løgtingsmaður, er so algoystur eftir at krevja vaksinupass frá føroyingum, ætla teir sær at ferðast.






Í skrivligum fyrispurningi (https://lesarin.fo/johan+dahl+spyr+um+koronupass+til+foroyingar.html ) vil hann hava Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, at siga ja til sonevnda vaksinupassið, sum so eisini skal vera talgilt ; tí, sum hann sigur í viðmerkingunum:


"Eitt talgilt altjóða góðkent koronupass, hevur sera stóran týdning fyri øll tey, sum t.d. hava tørv á og ynskja at ferðast millum Føroyar og útheimin komandi mánaðirnar og tí verður hesin fyrispurningur settur."





Í sjálvum sær er hansara viðmerking aldeilis vitleys og krav um vaksinupass fullvegis autoriter, hvat eg eisini vísi á í lesarabrævi 29. mars (https://lesarin.fo/barajohandahl.html ).





Men tað er í aftursvari til brævið, og aftaná eitt forhoyrandi orðaskifti okkara millum undir sama brævi, at motivatiónin hjá sambandsmanninum letst hava uppruna í, ikki so nógv tí, at hann heldur tað vera rætt (at krevja sínum spillfrísku medborgarum eftir serskildum passi fyri, hvørt tey eru koppsett fyri ávísa sjúku), men tí, at hann heldur, at onnur fara at gera tað, og tí skulu vit, ja, gera tað.

Og tó, tí tá ið Johan Dahl í uppslagi á Facebook fortelur okkum, at Amplexa Genetics A/S (amplexa.com) nú hevur eina góða loysn til síni viðskiftafólk, og niðanfyri í sama uppslagi vísir eitt pass nevnt "Coronapas Amplexa" í donskum passliti, og vit vita, at sami Dahl eigur í partafelagnum, haldi eg ikki, at tað er óvanliga kontrert at spyrja løgtingsmannin við fyrispurninginum eftir, hvør hansara motivatión nú eginliga er...

Eg meini so við: sambandsmaðurin og løgtingsmaðurin Johan Dahl spyr sambandsmannin og landsstýrismannin Kaj Leo Holm Johannesen um koronupass so sirka samstundis sum hann reypar um, at hansara fyritøka hevur framleitt eitt.

#BertíFøroyum