ÁRIÐ 2020, KORONA OG GISTINGARHÚSVINNAN Í FØROYUM 2021

I det stille var eg gløðandi
sosialist í Fuglafirði í ungum døgum. Tað eri eg ikki longur. Seinasta árið
hevur verið dropin.

Fyri einum ári
síðani var ferðavinnan og eisini gistingarhúsvinnan í Føroyum ein blómandi og
skjótt vaksandi vinna. Politikarar og fólk í ferðavinnuni vóru spent uppá hesa lutfalsliga
nýggju vinnu, sum sá út til at blíva okkara vinna nr. tvey beint í hølunum á
fiskivinnuni. 2020 sá út til at blíva metár, hvat ferðafólkatali viðvíkti, og tað
høvdu ongantíð áður verið so nógvar undanbíleggingar fyri eitt ár, sum tað var
í 2019. Hotellir blivu bygd og útbygd, og smáar ferðavinnufyritøkur av øllum
handa slagi sóu dagsins ljós. Øll vildu hava ein bita av kakuni.

So kom korona.

Landið legðist
lamið. Almennir stovnar meldaðu út, at nú fóru teirra starvsfólk at arbeiða heimanífrá,
og tað gjørdu nógv, og samstundis fingu fleiri tíð til at mála veggir, skifta
køk, leggja havan um. Ja, alt sovorðið sum mann vanliga ikki hevur tíð til, tá eitt
fulltíðarstarv skal passast. Veðrið var gott, hjá Balslev boðaðu tey frá
metsølu, og ganska vanligar arbeiðsdagar vóru køir langt út á vegin. Tey í
privatu vinnuni royndu at produsera sum ongantíð fyrr, í tí vón framvegis at
hava eitt arbeiði, tá hettar ókenda fyribrigdið varð hæsað av. Men nógv vórðu
send til hús.  Facebook avdúkaði nógv tað
fyrstu tíðina av korona, men so blivu fólk meira afturhaldandi, og færri stákimyndir
vórðu almannakunngjørdar. Hettar hekk óivað saman við herindum av moralskum forargilsi
sum eg og fleiri við mær fingu og almannakunngjørdu á sosialu miðlunum. Tað er
alt annað líka einki feitt at arbeiða í døgndrift, fyri at fyritøkuni ein arbeiðir
hjá skal vera lív lagað, og samstundis síggja og hoyra, at onnur gera tað
mótsatta, nógv við løn, sum øll tey heimsendu skuldu gjalda. Men, vit
eru øll bara menniskju, og tað er einki forgjørt í at arbeiða til egnan
fyrimun. Tað eru so nógvir mátar at gera tað uppá. Tað at gera privat ting í
arbeiðstíð, er so ein máti.

Sum fráleið
stongdu matstovur og barrir. Ferðafólkini steðgaðu við at koma, og allar
bíleggingar árið út blivu avlýstar. Hotellini høvdu ongar gestir, og nógv fólk
í tænastuvinnuni sum heild blivu arbeiðsleys. Lukkutíð fyri tey var hjálp at
heinta fyrstu tíðina, samstundis sum hjálparpakkar til fyritøkur vórðu
presenteraðir. Hesir hjálptu summum, men sum við øllum øðrum, fingu ikki øll
ein part av kakuni.

Mitt í øllum
rokilsinum lótu tvey nýggj hotellir upp. Fyrst eitt, Hotel Brandan, sum eitt privat
felag eigur og rekur, og ikki fekk almenna hjálp til at lata upp, og so eitt
annað, Hilton Garden Inn Faroe Islands, sum eitt alment fíggjað partafelag rekur.

Hettar
partafelagið, Atlantic Airways, fekk fyri jól eina innspræning áljóðandi 100
milliónir úr landskassanum. Ikki løgið at Hilton Garden Inn Faroe Islands kann
bjóða gestunum óhoyrdar prísir, sum avlaga marknaðin og gera, at hini hotellini
fyri at yvirliva, í øllum førum í eina tíð, eru noydd til at dumpa prísirnar
til tað reina undirskot. Tað sum betalandi gestirnir á hesum hotellinum ikki
hugsa um er, at TEY fáa rokningina, ella sagt uppá ein annan máta, so hava tey
faktiskt goldið fyri gistingina frammanundan. Og hettar fara tey at gera í
fleiri ár framyvir, tí at landið (les TÚ og eg) hevur nemliga bundið seg til at
fíggja alt undirskot í øllum førum tey fyrstu 5 árini. Í teoriini kunnu
føroyingar tá tey checka út siga, ”takk fyri meg, eg havi longu goldið”. Miðlarnir
hava verið inni á hesum problematikkinum, og spurdur um partur av hesum 100
milliónunum til Atlantic Airways fór at verða brúktur til Hilton, svaraði
nevndarformaðurin fyri jól, at hann ”føldi” ikki at tað fór at vera neyðugt
(!?) Heilt ótrúligt at tosa um kenslur, tá onnur skulu gjalda. Vit tosa um 100
milliónir, sum føroya fólk betalir. Nevndarformaðurin hevur eisini sagt í kringvarpinum,
at Atlantic Airways garanterar fyri gjaldførinum. Og fyri at gera tað heila enn
stuttligari, so verða fyrstu 9 prosentini av einum eventuellum yvirskoti send
av landinum til onkra Hilton-kontu okkurt eksotiskt stað. Tað eitur á fínum máli
franchise fees, sum vanligi føroyingurin ikki hevur forstand uppá, og tí ikki
setir spurnartekin við, hóast hann fær rokningina í síðsta enda.
Útyvir uppstartskostnað millum eina hálva og eina mill. kr.,
kostar tað 5% í royalty fees og 4% í advertising royaltye fee. 9% tilsamans ÚT
AV LANDINUM. Og tað uttan mun til milliónirnar av føroyskum krónum, sum eru
innsprændar.

Tey alment løntu
sum arbeiddu heimanífrá,  eru fyri
langari tíð síðani komin aftur til arbeiðis. Hjólini eru farin at mæla aftur,
Føroyar munnu vera eitt av fáum londum, har hjólini mæla næstan sum vanligt.
Men bara næstan. Ferðavinnavinnan bløðir. Gistingarhúsini eru tóm 5 dagar um
vikuna, og eitt alment fíggjað partafelag er viðvirkandi til at koyra privatu
gistingarhúsini á heysin. Heilt erligt. Hvat er meiningin?

















Eg siti
eftir við tveimum tingum. 1.
Tá fólk kundu arbeiða heimanífrá í vikuvís,
uttan at tað merktist í samfelagnum, burdi mann kanska farið at hugt eftir, um
brúk er fyri øllum hesum lønarútreiðslunum í almenna sektorinum. 2. Landskassin
(les: eg og TIT ØLL sum lesa) stuðlar beint nú aktivt, at privati sektorurin
verður avlagaður.