Alvi Mortensen stillar upp fyri Sambandsflokkin

Sambandsflokkurin - 




Eitt nýtt valevnið stillar upp fyri Sambandsflokkin til løgtingsvalið





Alvi Mortensen er føddur á Tvøroyri 21. august 1960 og giftur Óluvu, f. Strøm úr Trongisvági. Tey eiga 4 børn: Svannu 27 ár, Heina Mikal 24 ár, Dávid 20 ár og Juliu Naomi 18 ár.





Alvi er uppvaksin á Tvøroyri, men búði tó eitt tíðarskeið sum tannáringur í Uummannaq í Grønlandi, har foreldrini starvaðust.





Alvi Mortensen er útbúgvin lærari og koyrilærari.





Alvi hevur starvast í Tvøroyrar Skúla síðan 1986, tó sum einalærari í Famjin frá januar 2009 til august 2011. Hann er í løtuni í farloyvi frá lærarayrkinum.





Alvi tók koyrilæraraútbúgving í Brøndby við árslok 1999, og hevur hann havt egnan koyriskúla síðan tá.





Í 2016 stillaði hann fyri fyrstu ferð upp til kommunuvalið í Tvøroyrar Kommunu, har hann varð innvaldur á Kommunulistanum og sat sum formaður í ymiskum nevndum í eitt gott ár, inntil nýggjur meiriluti kom til.





Umframt at hava sitið í nevndum hjá TB í fleiri ár og annars hjálpt til og stuðla ymiskum arbeiði innan felagið, so spælir hann saman við fleiri sokallaðum ungum “old boy´sum“ innandurafótbólt. Harafturat hevur hann seyð at røkja.





Alvi hevur altíð verið sambandsmaður, og kemur hetta ikki minst av teimum óteljandi og óavmarkaðu møguleikunum, føroyingum stendur í boði við at vera í Ríkisfelagskapinum.





Hjartamálini eru fleiri og m.a. hesi:





- Menna Ríkisfelagsskapin enn meira - óiva hava allir føroyingar á onkran hátt notið gott av hesum felagsskapinum





- Fáa Suðuroynna til at verða ein størri og meira integreraðan part av Føroyum





- Allir føroyingar eiga at fáa ágóðan av góðum tíðum





- Skapa vinnuni góðar, tryggar og kappingarførar karmar





- Styrkja okkara heilsuverk - ikki minnst útjaðarasjúkrahúsini





- Viðgerðartrygd til allar føroyingar





- Veita okkara ungu enn betri lestrarkor, bæði her heima og uttanlanda





- Skattaborgarin skal fáa so nógv burtur úr hvørjari sínari hart tjentu krónu sum gjørligt





Sambandsflokkurin

RN