Álvarsom umhvørvisdálking frá vindmyllum

 Grøna og varandi
vindorkan vísir seg ikki at vera so grøn og umhvørvisvinarlig, sum
vit annars hava tikið sum givið, síðan fyrstu verunligu myllurnar
komu upp í 2004.


Í nýggjari
kanning frá universitetinum í Strathclyde í Onglandi nevnd: ”Rain
Erosion Maps for Wind Turbines Based on Geopgraphical Locations. A
Case Study in Ireland and Britain, January 2021”, er komið fram
til, at sera álvarsom dálking stendst frá veingunum frá
vindmyllum.


Vindmylluveingir
eru framleiddar úr glasfipur har stórur partur av tilfarinum er
Epoxy og Bisfenol A. Enska kanningin er gjørd í tveimum
vindmyllulundum, onnur við vesturstrond Írlands og onnur á
vesturstrond í norður Skotlandi, har veðurlagið er nakað sum her
hjá okkum. Nógvur vindur, regn og sjórok. Við nógvum regni og
einamest stórum vindmyllum har ferðin á veingjaspíssum er um
300km/tíman, íkemur eitt álvarsligt slit á veingakantin og har
Epoxy, ið skal verja veingina, verður slitið burtur og tikið við
regninum og ført út í umhvørvið. In triðingur av Epyxytilfarinum
er BisfenolA, ið er kent sum hormonórógvandi evni, ið er sera
vandamikið fyri heilsuna. Evnið legst á økið kring myllurnar og
eitrar alt livandi, og fer við regninum í løkir og áir, ið hava
tilrenning til drekkivatnsbrunnar, smoltstøðir og virki har fekst
vatn verður brúkt.





Slit á
vindmylluveingir er kent hjá framleiðarum av vindmyllum, og verður
umrøtt sum ”Leading Edge Erosion”, ið stendst av sonevda ”Water
hammering”, ið kann samanberast við trýstspuling. Við nógvum
regni í økunum har kanningin varð gjørd, umleið 3500mm um árið,
sum er ájavnt veðurlagið her í landinum, og stóru ferðini hjá
veingunum, íkemur sostatt eitt slit og fylgjandi fyri umhvørvið
vandamikil og heilsuskaðilig dálking.



Serstakt verður víst
til saltinnihald í luftini opg sjórok tá nógvur vindur er, sum
vit kenna væl, og at saltið hevur eitt gott 40% størri slit á
veingirnar.


Grundað ensku
kanningina hava norskir verkfrøðingar rokna seg fram til
umhvørvisárin við vindorkuøkið ”Guleslettene Vindkraftanlegg”
har 44 myllur eru settar upp.
Regnnøgdin, avfallið, er 3.575mm
og har slitnøgdin av Epoxy fyri hvørja myllu er 80kilo um árið.
Fyri økið sum heild er sostatt talan um 3,7 tons um árið ella 70
tons í 20 ár. Slitnøgdin økist eksponentielt við vindmyllustødd,
og vil ein vindmylla við gott 65metur veingjalond geva frá sær
62kilo Epoxy um árið.


Verða hesi tøl
brúkt til ætlaða vindorkuøkið hjá Vindrøkt Sp/F við
Gellingarklett, og við 6 myllum, kann roknast við at góð 360kilo
av Epoxy enda í umhvørvinum um árið og harvið eisini í
drekkivatnsgoymsluni í Villingardali. 33%, ella ein triðingur er
120kilo Bisfenol A, ið er álvarsligt vandamikið fyri heilsuna.
Markvirði fyri Bisfenol A hevur verið umrøtt leingi og við nógvum
ósemjum, men er í løtuni sett til 0,4mikrogram /kg kroppsvekt pr.
dag. Mikrogram er partar av millión, so talan er um ela lítlar
nøgdir sum markvirði, og tó at eingin trygd er, at tað er eitt
rætt markvirði fyri at hava heilsuna góða.

Fyri drekkivatn
hevur WHO síðan 2017 rátt til at nøgdin av Bisfenol A ikki má
verða hægri enn 0,1mikrogram fyri liturin...altso 0,0000001 gram.
Til samanberingar kann so nevnast at 1 kilo Bisfenol A eitrar og
dálkar 10.milliardir litur av vatni so hetta gerst ónytiligt sum
drekkivatn.

Umhvørvisstovan og umhvørvisgóðkenning



Felagið Vindrøkt
Sp/F hevur fingið umhvørvisgóðkenning til vindorkuætlanina við
Gellingarklett hin 31.mars í ár. Eisini hevur felagið sjálvt
gjørt eina umhvørvisárinsmeting sambært elveitingarlógini.
Árinsmetingin viðgerð hvørji árin kunnu standast á náttúru og
umhvørvið og hugt verður eftir hvussu verkætlanin væntast at
ávirka djóra- og plantulívið á staðnum, hvussu vindmyllurnar
síggjast í landslagnum, og um ampi stendst av óljóði,
skuggakasti og endurskini.


Sagt verður at
óljóð og skuggakast eru mest tíðandi umhvørvisligu árinini.



Ivamál frá øðrum myndugleikum



Formaðurin í
Byggi- og Býarskipanarnevndini fyri Tórshavnar kommunu, Tróndur
Sigurdsson, hevur spurgt seg fyri og kravt trygd at t.d. eingin
oljudálking stendst á drekkivatnsbrunnin í Villingardali, og
Yvirfriðingarnevndin hevur enn málið til umrøðu orsaka
vindmylluhæddina, ið við veingjastødd er góðar 150 metur og tí
kann metast at verða skemmandi.



Drekkivatn við Bisfenol A



Hvat siga so
borgarnir í kommununi, ið skulu drekka vatn frá Villingardali, at
stórur vandi er at vandamikið og eitrað drekkivatn verður
dagligur partur í húsarhaldum...til kóking, matgerð og sum
drekkivatn?


Neyvan verður tað
at fella í góðan smakk við slíkum, javnt sum t.d. WHO hevur eitt
markvirðið fyri nøgd av Bisfenol A í drekkivatni, sum á ongan
hátt kann røkkast.


Kærurættur og
freist 28.apríl

Hvat er so at gera.....hvør ynskir at
annars avbera góða drekkivatnið verður spilt og óbrúkiligt?
Nei, neyvan nakar. Um Umhvørvisstovan, ið opinbart ikki er dagførd
í sínum fakliga arbeiði til m.a. góðkenningar av slíkum
verkætlanum, ikki bakkar, endurskoðar og kanska biður Sp/F um
umbering fyri ikki at hava gjørt sítt arbeiðið til lítar, kann
vónast at Sorinskrivarin og Yvirfriðingarnevndin venda tummilin
niður, og geva Vindrøkt Sp/F boð at finna sær eitt annað meira
hóskandi øki burturi frá og har vandi ikki stendst á m.a.
drekkivatnsbrunnar.
Kærurætt hava tey, sum avgerðin hevur ein
serstakan, beinleiðis og persónligan týdning fyri, sum skrivað
verður frá Umhvørvisstovuni. Um talan so er um drekkivatnið í
Villingardali hevur ein persónligan týdning fyri undirritaða, og
borgarnar í kommununi, vil metast at verða rættuliga vist.


Men so gott spælir
klaverið ikki...tí vindorkuætlanin hevur sum so ikki nakran
persónligan týdning fyri borgaran annað enn at fáa ”grøna”
orku...sum allíkavæl vísir seg slettis ikki at verða so grøn sum
vónað er.
Kent er at einasta lóggáva, ið ikki kann kærast,
er Nátúrfriðingarlógin. Sum maðurin (politikari) segði: ”Vinnan
skal hava frið at arbeiða og ikki órógvast at tvørligum
borgarum”.
Gamaní, men onnur demokratisk lond har fólkaræðið
er sett hægst, enntá lond í Asia, hava samtykt sonevnda UNECE
”Århus-sáttmálan”, ið skal tryggja atgongd til upplýsing og
kunning, luttøku hjá almenninginum og til kærumøguleika í
umhvørvis- og nátúruverndarmálum. Í ár eru just 20 ár síðan
Danmark fekk sáttmálan settan í verk, meðan vit her heima enn
stríðast við at fáa fólkaræðið at virka.

Niðurstøðan
kann tí einans verða...um nøkur vón verður annað enn álit á
Sorinskrivaran, at ein borgari, vegna allar sínar medborgarar,
sendir kæru 28.apríl til landsstýrismannin í umhvørvis- og
vinnumálum, Helga Abrahamsen, at taka aftur umhvørvisgóðkenningina
til Sp/F Vindrøkt, biða pent um umbering fyri jánkasligt arbeiði,
og annars heita á vindorkufelagið, at finna sær eina meira
hóskandi staðseting.

Kári Thomsen


https://link.springer.com/content/pdf/10.1007/s40735-021-00472-0.pdf



https://motvind.org/wp-content/uploads/2021/04/Leading-Edge-Erotion_Final-4_Versjon2_april_220421-1.pdf