Alivinna í BC, Canada, steðgað í 2025

Stjórnin í
Canada, við Justin Trudeau á odda, hevur gjørt av, at øll
laksaaling í opnum nótum í landspartinum British Columbia skal
verða burtur seinast í 2025. Alivinnan hevur tá einans lokaðar
skipanir á landi ella sjónum at dúva uppá.


Og orsøkin til
hesa avgerð er einføld, nevniliga at verandi alivinna í opnum
nótum ikki er burðardygg, men niðurlagar
javnvágina millum mennisku og náttúru.


Í fleiri
áratíggju hevur canadiski lívfrøðingurin Alexandra Norton barst
fyri at verja um villa laksastovnin við vesturstrond Canada, og fult
stuðlað lokalu íbúgvunum í teirra ynskum, at villi
laksastovnurin skal verjast móti fullkomnari oyðing.
Canadiska
stjórnin og vanligi borgarin er just hesa tíð vitni til, at eingin
laksur kemur í áirnar at gýta, og av somu orsøk reika grizzly
bjarnir runt fram við áir og strendur og leita eftir føði. Støðan
er blivin so hættislsig at fólk av eintingum lata fisk til
umhvørvisfelagsskapir, ið bera hesar út í økini har bjarninar
vanligt halda til hesa árstíð. Lívfrøðingar meta at nógvar
bjarnir ikki fara at klára vetrarhálvuna, verri enn so, og vilja
doyggja í hungri.
Og sama kan roknast við fyri fuglasløg sum
ørnina, ið eisini hevur sítt beiti har bjarninar halda
til.

Alivinnan í British Columbia og felag teirra BC Salmon
Farmers Association er, sum roknast kann við, í øðini, og vísir
til ætlanina hjá Justin Trudeau, sum verandi oyðandi og uttan
atlit til vísindi og fakta kring alivinnu, og at úrslitið vil hava
neiligar búskaparligar avleiðingar fyri gott 7.000 fólk innan
vinnuna. Og somu sjónarmið síggjast frá alment settum
”handlangarum” til alivinnuna, ið royna at sáða manglandi
vísindaligt trúvirði í álvarsomu støðuna – at villi laksurin
hvørvur og at djór, ið í øldir hava havt laksin sum megin føði,
nú eru illa avstaðkomin.

Alifeløg í BC hava toyggja seg
sum best hevur borið til í nógv ár, og er talan um Mowi, Cermaq
og Grieg Seafood. 5 aliøki er longu niðurløgd, og mugu Mowi og
Cermaq steingja onnur 17 aliøki, pakka sekkin ella leggja um til
lokaðar skipanir.



Neilig árin frá
ótálmaðari og óskipanarligari alivinnu á havumhvørvið, næst
eisini djór á landi, og ikki minni sjófugl og annan fugl, vil hava
við sær eina støðuga og áhaldandi niðurlaging á alt
lívfrøðiliga margfeldni í sjónum.


Vit síggja nú
prógvini, sum ávarað hevur verið um, at sjúka í sloppnum
alilaksi smittar villan laks og annan fisk við. ILA vísti seg at
mutera til smittsama og sjúkuelvandi virus, ið ikki letur seg
steðga sum t.d. virus í flogfegnaði ella svínaframleiðslu. Sama
sæst eisini við PD-sjúkuni, at hon smittar villan laks, og kann
hava álvarsasmar avleiðingar á laksastovnin í Norðurhøvum, ið
sigst verða farin niður í eina helvt.
Í Noreg og Skotlandi er
sera illa statt við laksafisksiskapi í áunum, og er orsøkin
alleina óskipaða og illa dálkandi alivinnu fyri at takka.




Hesar dagar er
toskur at fáa út fyri fóðurframleiðaranum Havsbrún og við
alibrúkini á fjørðinum. Og orsøkin sigst verða manglandi føði
har ein partur av toskinum dregur til havs, meðan annar partur kemur
inn á firðir og sund og meskar sær í alilaksafóðuri.

Seiðin,
tann edeliga fisk, hevur alivinnin gjørt til junk-food, ið kettan
ikki eingang vil eta. Og nú kunnu fólk so fáa sær reyðlittan
tosk fitaður upp á eitrað GMO soya og rapsolju.

Burðardygga
menning og ST-heimsmál um burðardygga umsiting og menning av
havtilfingið? Slíkt kann einans Regin Jacobsen, Bakkafrost, og
politiskir og alment settir handlangarar tulka sum burðardygd, meðan
vanligi borgarin væl dugir at skyna millum shit og kanel.



Kári Thomsen