Alaraskúli í Klaksvík


Tað verður stórur dentur lagdur á at víðka undirvísingartilboðini í Føroyum. Tað er gott og neyðugt í einum framkomnum samfelagi. Her er umráðandi, at vit eisini eiga at leggja dent á handalig, praktisk og viðkomandi undirvísingartilboð.



Alivinnan er ein av høvuðsvinnum okkara. Tí er onki meir náttúrligt enn at byrja ein alaraskúla í Føroyum. Ein skúla, har undirvíst verður í øllum innanfyri aling. Alt annað líka verður tað við til at hækka støðið í vinnuni. 

Í Norðoyggjum er nógv aling og 3 stórar smoltstøðir. Tí er onki meira náttúrligt enn at staðseta ein alaraskúla í Norðoyggjum. Í sínum náttúrliga umhvørvi og í einum øki, sum hevur givið sera nógv til alivinnuna í Føroyum.

Tað verður ofta ført fram, at vit ikki skulu flyta verandi stovnar og skúlar. Harafturímóti tá talan er um nýggjar stovnar og skúlar, kunnu teir leggjast aðrastaðni enn í Havn. Í hesum førinum er talan um nýggjan skúla. Tað verður sostatt ikki talan um nakra flyting í hesum førinum. 

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur
løgtingskvinna og valevni fólkafloksins