Afturgjaldstíðin má leingjast

Samferðslupolitikkur -  




Øllum kunnugt skuldu Vágatunnilin og Norðoyatunnilin gjaldast lutvíst av landinum og lutvíst við brúkaragjøldum. Avgjørt varð, at tunlarnir skuldu gjaldast aftur eftir 20 árum, men hevur tað gingið skjótari enn so at fáa teir goldnar aftur.





Helvtin er brúkarafíggjað



Vágatunnilin kostaði 280 mió. kr., harav brúkararnir skuldu gjalda 120 mió. kr., tvs. minni enn helvtina av kostnaðinum.





Norðoyatunnilin kostaði 395 mió. kr., harav brúkararnir skuldu gjalda 160 mió. kr., tvs. minni enn helvtina av kostnaðinum.





Eysturoyartunnulin gjalda fyri tveir



Brúkararnir av Eysturoyartunlinum fáa ikki størru helvtina goldnað av landskassanum, men ikki nokk við tað - teir skulu harumframt eisini fíggja Sandoyartunnilin. Hetta hevur við sær, at brúkararnir skulu gjalda einar 15 ferðir so nógv, sum brúkararnir av hinum tunlunum hava goldið.





Afturgjaldstíðin má leingjast



Tað, sum undrar meg er, at hóast hetta ovurhonds stóra lán, so velur mann somu afturgjaldstíð, sum til hinar báðar tunlarnar - nevnliga 20 ár. Um vit samanbera við Danmark, so er afturgjaldstíðin á Femern Bælt-forbindelsen 28 ár, Oyrasundsbrúgvin 30 ár og Stórabeltsbrúgvin 37 ár.





Kunnu ikki bíða 20 ár fyri størstu nyttuna



Tað hevur alstóran týdning, at samfelagið fær so stóra nyttu av tunlunum sum til ber, og tað fæst bara, um so nógv sum gjørligt velja at brúka tunnilin - ikki einans tey múgvandi.





Eg eri sannførdur um, at bæði fyri borgararnir og landið sum heild, hevur tað størri týdning, at øll fáa gleði av tunlinum nú, enn at hann verður ókeypis at koyra í um eitt nú 20 ár.





Jaspur Langgaard



løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin

RN