Áarvegurin verður nú endurnýggjaður

Býráðið hevur nú samtykt at taka múrin til amtmansborgina niður og lokið av Havnará. Nei tvætl, eg lúgvi alt! Men hetta kann gerast veruleiki, um tú setur kross við Leiv Thomsen 13. novembur.

 

Tað er nevniliga so, at Áarvegurin virkar sum ein tunnil millum Kongabrúnna og Vaglið. Heldur enn at dvøljast við er hesin vegur eitt býarrúm, sum fólk leggja afturum seg í skundi, fyri annaðhvørt at koma oman á Kongabrúnna ella niðan á Vaglið.

 

Høvuðstrupulleikin er amtmansgarðurin við sínum høga og lítið hugaliga múri út móti Áarvegnum. Um hesin múrur varð tikin burtur, gjørdist staðið meiri opið, og snotiligu Amtmanshúsini við vakra urtagarðinum høvdu komið betur til sjóndar í hesum býarrúmi.

 

Enn betur hevði verið, um lokið varð tikið av Havnará. Tá hevði hetta stað verðið eitt spennandi býarrúm, sum kundi gjørt tað forkunnugt bæði hjá vinnu og fólki at støðast í.

 

Havast skal í huga, at Áarvegurin er innføringin til Havnina frá havnarøkinum, haðani eitt ótal av ferðafólki kemur við bussum og skipum - tí má Áarvegurin vera eitt býarrúm, sum er vakurt og innbjóðandi við fleiri handlum og matstovum til mongu ferðafólkini, sum koma til Havnar. Tað sigur seg sjálvt!

 

Sí fleiri greinar á www.tjodveldi.fo, www.facebook.com/leivur.thomsen og https://plus.google.com/102264245858046972197/posts

 

Leivur Thomsen, valevni fyri Tjóðveldi