4 mill. burðardyggir døgverðar

 

Fyri stuttum
landaðu skip góð 1.000 tons av lodnu til mjølframleiðslu hjá
Havsbrún / Bakkafrost. Og alt meðan serverar Norman Savio da Souza
á fiskamatstovuni Barbara Fishhouse leskiliga lodnurættin
”escabeche” til síni vitjandi.

Um hesi 1.000 tonsini av
lodnu vóru brúkt til mannaføði, og hvør rættur var umleið 200
gram af fiski, kundi umleið 4.milliónir fólk fingið sær ein sera
heilsugóðan vistfrøðiligan døgverða í bestu góðsku. Lítið
av umhvørviseiturevnum eru í pelagiskum fiski sum lodnu,
svartkjafti, sardin ella ansjosum, og er maturin tí rættuliga
heilsugóður og við góðum og rætt samansettum fitisýrum.


Her er ein megnar
møguleiki at góðska og útflyta hálv- ella heilgjørdar lidnar
rættir til milliónatal av heimsins borgarum.
Men hinvegin eru
aðrar fyritøkur, ið síggja møguleikan í at mala lodnuna til
mjøl og blanda hesa upp í GMO og sterkt eiturfongt soya, ið hevur
uppruna frá niðurhøgdari frumskóg í Suðuramerika. Annað
plantufóður er á sama hátt GMO rapsolja og illa eiturfongt
hveiti.
Helvt um helvt verður lodna og plantufóður blandað til
fóður og tilsett petrokemiska litevnið astaxanthin og
konserveringsevnið Ethoxyquin, ið er sera vandamikið.






Burðardygdin, ið ikki er
burðardygg


Alivinnnan
roynir alt hon kann at billa landsins borgarum inn, at verða so
sera
burðardygg og at hon hevur sum aðalmál at veita økt tal av
heimsins borgarum føði.


Tá 4 kilo av
heilsugóðari og
vistfrøðiligari lodnu, saman við 4 kilo av eiturfongdum
plantufóðuri, enda sum 1,2 kilo av alilaksafóðuri, ið seinri
gevur 1 kilo av heilsuskaðiligum alilaksi, kann eitthvørt smábarn
skjótt rokna seg fram til, at alivinnan ikki dugir at rokna, men
meira at bluffa seg til nakað, ið ikki hevur hald í
verunleikanum.




Kravið til eina
burðardygga vinnu er, at tríggir sektorar verða gingnir á møti í
eini heild, og ikki hvør sær. Sociali sektorurin er at
nærumhvørvið, firðir og sund, hevur gott støðið í gagnnýtslu
í frítið og nýtslu hjá borgarum í breiðum tídningi. Umhvørvið
og náttúru-sektorurin skal verða í sama heilsugóða og
lívfrøðiliga standi sum hann altíð hevur verið, og má ikki
dálkast ella eitrast orsakað ídnað á landi ella á sjógvi. Og
búskaparligi sektorurin skal vera tryggur og uttan vanda fyri at
kollsigla orsaka dálking, sjúku ella vánaliga og ikki haldgóða
vøruframleiðslu.


Við verandi
alivinnu í opnum nótum kann lættliga gerast niðurstøðan, at
eingin av hesum trimum sektorum eru gingnir á møti, og at vinnan tí
IKKI er burðardygg.


Sociali sektorurin

Firðir og sund
nøkta ikki tørvin hjá borgaranum at fara í fjørðin at fiska
ella til at hugna sær í bátinum í óspiltum og ódálkaðum
umhvørvið. Friðsælar víkir har tað áður íddi av smáfiski,
reyðsprøku og flundru, og har fólk í førum kundu seta sær eitt
laksagarn og fá 4 – 6 laksar ella stór sjósíl, er ikki møguligt
meira. Fólk stóðu síð um síð góðar løtur á kajkantinum
ella á seiðabergi og syftu feitan og heilsugóðan seið í
spannavís. Har varð turkað, ræsað, kókað ella stokt, og
kostnaðurin var ikki klovið oyra, heldur øvugt vóru løturnar sum
sálarbót.


Og so kom tíðin
har menn vóru á fjørinum við
seiðakikaranum. Dagurin bleiv tann rætti, seiðurin stóð tættur
á øllum fjørðinum, og ovurstóra nótin varð tikin fram og sett
við tveimum 10-mannaførum hinumegin land. Siglt varð spakuliga um
fjørðin og inn til kajkantin og uttaru brúgv alt meðan nótin
fyltist við seiði. Í vídd kanska einar 5000 fermetur av fjørðinum
har mest sum kókaði av seiði. Har var bara at lempa upp við glúpi
og øll bygdin luttók. Koyrt varð til hús við trillubørum fullar
av besta fiskinum.

Serstakt skal takast við, at just seiður man
verða mest heilsugóði fiskur føroyingar hava átt. Serstakt
livurin varð høgt mett í virði, tí innihaldið av D-vitaminum
fannst ikki hægri í øðrum fiski. 500mikrogram fyri hvørjai 100
gram er tvær ferðir tað nøgd toskalivur hevur í sær, og kann tí
sigast at just seiðalivurin í øldir man hava hildið føroyingin í
góðari heilsu.

Gagnnýtsla av skeljadjórum var mestan flia og
goggur, har línur vóru settar við toskahøvdum til at fáa agn til
útróðurin. Við sjóarmálan var spæliplássið hjá børnum, og
ikki var smávegis av krabba og álli, ið eisini varð kókað og
eti sum forkunnugur døgverði.

Friðsælan og frítíðar
møguleikarnir á firðum og sundum eru ikki til meira, tí alivinnan
hevur lagt band á hesar møguleikar. Tað er eitt stórt afturstig,
og kann tí IKKI sigast, at alivinnan er gingin kravinum til
burðardygd á møti.



Umhvørvið og náttúru-sektorurin




Sjóumhvørvið á
og fram við firðunum er rættuliga samansett ella komplekst
fyribrygdið. Veður, vindur, regn, áarføri og uppgangur hava sín
nátúrliga leiklut saman við evnaføðiligu og lívfrøðiligu
umstøðunum við gróðuri og øllum livandi sum heild. Hitin í
sjónum, saltinnihald, koltvísúrni og súrevni skal alt verða í
støðugari javnvág og til broyttar árstíðir. Eru umstøðurnar í
støðugari og góðari javnvág er trivnaður til fisk, súðdjór
og gróður, javnt sum fuglameingið eisini vil verða í javnvág
við náttúrugivnu treytirnar.





Við øktari
fiskatilvirking og stórum flakavirkum stóðst stórt útlát av
føðsluevnum út á firðirnar og tær lægdir, ið flestu firðir
hava miðskeiðis og út til gáttina. Og meira enn so sást at ein
eutrofisering á firðunum har svávul- og methangass kom upp úr
botninum. Hetta er fyri part burtur í dag javnt sum reinsiverk,
septiktangar og fyribyrging er móti óneyðugum dálkandi útlátum
frá landi.



Við alivinnuni er
íkomið ovurstórt útlát av føðsluevnum, partvís sum skarn frá
fiskinum og partvís sum leivdir frá fóðurinum. Íalt kann roknast
við eini 70 kanska 80 túsund tons um árið. Undir nótum rúgvast
skarn og fóðurleivdir upp og drepa alt livandi javnt sum útlát av
svávul- og methangassi er stórt. Havstovan gjørdi fyri árum síðan
kanningar, ið vístu, at so at siga einki súrevni var á botni og
tí einki livandi. Vandi fyri botnvendingum eru tilstaðar, og verða
aliøki tí flutt í ymisk støð á firðunum.


Lúsaplágan fæst ikki bilbukt við annað
enn at hon verður hildin niðri við nýtslu av vandamiklum kemiskum
evnum, og við beinleiðis reinskan av fiskinumn við heitum vatni og
trýstspuling, ið verður mett sum grov djóraplága. Evni brúkt
verða nú á døgum eru mestan Emamektin Benzoate, ið er
kyknueiturevni, ið verður sett til fóðuri. Evnið skal hava
umleið 90 dagar fyri at hvørva úr fiskinum, men sleppst ikki undan
at annar fiskur, ið nálgast upp at alinótunum, fær evnið í sær,
og kanska dagar seinri verður fiskaður og etin. Emamektin
Benzoate,
eisini nevnt ”Slice” er vandamikið fyri heilsuna, og stendst tí
ein álvarsom avbjóðing hjá alivinnuni og eftirlitsmyndugleikum,
at fólk óvarin kunnu fáa evnið í kroppin. Emamektin Benzoate
forgongur ikki í botnsedimentinum, men verður eitt varandi
kyknueiturevni, ið bustamaðkur og onnur botndjór kunnu eta fyri
síðan at verða føði hjá øðrum djórum, krabbadjórum og
fiski.

Annað evnið er kitinniðurbrótarin Diflubenzuron, ið
eisini verður givið við fóðurinum. Hetta evni drepur annan
skeljafisk, mestan rekur, krill og hummara, men verður ikki heilt
niðurbrotið í føðsluskipanini í alifiskinum. Staðfest er m.a.
av norska granskaranum René K. Beckmann, at millum 5% og 6% av
evninum situr eftur í alilaksaflakinum og er metaboliserað
(umgjørt) til fleiri onur evnafrøðilig evni m.a. PCA –
Pentachloranilin. Hetta evnið er staðfest at verða krabbaelvandi.


Annað evni, ið er trupult at greina, er GMO fóðuri, ið
eisini endar í sjóumhvørvinum og í botnsedimentum. Ílegubroytt
soya er ”Genetical Modified Organism” har ílegur frá
jørðbakteriuni Bacillus Thuringiensis er sett í DNA streingin í
soyaplantuni. Uppruna ætlanin var at fyribyrgj at kykn løgdu á
plantuna tí ílegubroytingin tók lívið at kyknum. Men skjótt
varð at kykn mentu mótstøðuføri, og varð so aftur brúkt
vandamikla sproytuevni RoundUp Ready har virknað evnið er
Glyphosate, ið er sterkt krabbaelvandi. Bakkafrost marknaðarførir
seg sum NON GMO framleiðari, óansæð at RoundUp Ready er staðfest
í fóðurinum hjá Havsbrún.

Vandamálið er at ílega frá
jørðbakteriu frá Suðuramerika endar í sedimentum á føroysku
firðunum, tó at eingin veit hvat tað kann hava við sær.




Onnur
vandamikil dálking á sjóumhvørvið stavar frá plast-fóðurrørunum
har trýstluft verður brúkt at senda fóðuri út í aliringarnar.
Plastrørini verða sum sandblást á innsíðu og lata stórar
nøgdir av mikroplast á sjógv. Íalt kann roknast við at nøgdin
av mikroplast er millum 10 og 20 tons um árið. Plastið verður
etið av bæði alilaksi, øðrum fiski og smákyknum, ið ikki duga
at skyna millum plast og føði.

Annað lúsabasingarevni er
Azamethifos, ið er sonevnt organofosfat og við virknað sum
nervaeitur. Evnið verður brúkt at baða alilaksin við í
brunnbáti, og eftir nýtslu lati á sjógv. Sjálvt í høgari
upploysn í sjógvi er evnið deyiligt frá smákykn.

Aftur annað
evnið er Formaldehyde, ið er sterkt bakteriudrepandi og sera
vandamikið fyri fólk. Ikki er kent hvat evnið verður brúkt til,
men roknast kann við at tað er til soppa- og bakteriubasing á
smoltstøðum. Onkur norsk alifyritøka brúkti evnið til lúsabasing
og fekk ovurstóra bót. Í miðal verða brúkt umleið 3 tons um
árið, ið alt endar í firðum og sundum. Til samanberingar kann
nevnast at sjúkrahúsini brúka nakrar fáar litur um árið til at
goyma vevnaðarroyndir.


Annað
lúsabasingaramboð er ronkilsi, ið verður mett sum grov
djórapínsla. Hesi verða eisini ald til endamálið at eta
laksalús, og er vandin at hesin fiskur eisini gerst sjúkur og kann
bera smittu við sær.

Árin frá sjúkum alilaksi og slopnum
alilaksi er rættuliga álvarsamt. Í noreg er staðfest at 90% av
villum laksi hevur í sær ílegur fra aldum laksi, og smittuvandar
við fleiri virus- og bakteriusjúkum gera um seg.



Búskaparligi
sektorurin




Alivinnan stendur
fyri stórum parti av samfelagsbúskapinum og hevur nógv fólk í
starvi. Tað er jaligt at samfelagið hevur góða inntøku og nógv
fólk hava inntøku til lívsins uppihald, tó at vinnan er sera
ótrygg og í ringasta førið kann hvørva ella fara fyri bakka uppá
heilt stutta tíð. ILA, ISA og aðrar virus og bakteriusjúkur gera
um seg av og á, og vónleyst er heilt at fyribyrgja slíkum.




Við
veðurlagsbroyting er enn størri vandi tá sjógvurin gerst meira
súrur og við lægri ph-virði og við óstøðugum hitabroytingum.
Slíkt kann hava við sær eitrandi alguvøkstur, ið kann leggja
niður alla alivunnuna uppá heilt stutta tíð.


Stórar
avbjóðingar eru at fáa til vega alilaksafóður og har nøgdin av
pelagiskum fiski ikki nøktar allan tørvin. Kvotur og avmarkingar
eru til svartkjaft og annan pelagiskan fisk, og verður tí innflutt
GMO soya, GMO rapsolja og konventionelt framleitt hveiti. Her í
landinum er helvtin av fóðurinum pelagiskur fiskur, meðan Noreg
hevur 1/4 part sum pelagiskan fisk. Plantufóðuri er sum fóðuri
til danska svínaframleiðslu GMO soya fyri stórsta partin, ið alt
verður innflutt frá Brasil og Argentina. Her eru stórfyritøkur á
Suðuramerikanska marknaðinum og halda tær seg ikki aftur frá at
fáa høgt niður uppruna frumskóg til framleiðlsu av soya.
Flutningur til Europa, Noreg, Skotland og Føroyar v.m. krevur stór
farmaskip og við tí eitt ovurstórt útlát av vækstrarhúsgassum.
Á sama hátt sum útflutningur av lidnari vøru hjá t.d. Bakkafrost
partvís er við flogførum og til ein stóran meirkostnað sammett
við skipaflutning sum t.d. Hiddenfjord nýtir.

Avleiddir
samfelagskostnaðir, ið so at siga ikki verða umrøddir, eru tær
útreiðslur, ið standast av heilsuskaðum. Her skerst ikki burtur
at alilaksur á ongan hátt er ein heilsugóð matvøra.
Umhvørviseiturevni sum Dioxin, PCB, hormnonórógvandi evni,
heiluvágsrestir og tungmetallir eru partar í fóðurinum, saman við
lúsabasingarevnum, evnafrøðiligum litevni og ikki at tala um
konserveringsevninum Ethoxyquin, næst at fitisýrurnar Omega 3 og 6
ikki hava røttu javnvág á 1:2 ella mest 1:4, men eru skeiklað til
1:20. Og orsøkin er høga innihaldið av Omega 6 í soyaplantuni.
Afturat er at soya hevur í sær hormon, ið er samlíkt Østrogen.
Innihaldið av mikroføðsluevnum er sammett við vanligan fisk sera
lágt, t.d. er nøgdin av jod bert ein hundrapart av tí toskur
gevur.

Europeiska matvørueftirlitið hjá ES, EFSA – European
Food and Safety Association – dagførdi sítt kosttilmælið frá
2011 í november 2018, og mælti m.a. til at kvinnur við barni,
pinkubørn og smábørn slettis ikki áttu at eta alilaks. Næst áttu
vaksin at minka sítt át við 90%. Og orsøkin var tann einfalda, at
alt ov nógvir heilsuvandar standast av hesum ídnaðarframleidda
fiski.




Granskarar
hava í fleiri ár gjølliga kannað alilaks og tess neiligu árin á
fólkaheilsu, m.a. franski granskarin Jeromé Ruzzin, ið saman við
granskaratoymi á universitetinum í Montreal legði fram 4 ára
granskingarúrslit har niðursstøðan varð púra greið, at fólk,
ið høvdu eginleikar at bliva feit, og sum ótú alilaks, so at siga
øll fingu diabetes 2 næst hjarta- og aðrasjúkur.

Aðrir
granskarar hava kannað konserveringsevnið Ethoxyquin í alilaksi.
Her var fyrsti granskarin, ið avdúkaði skelkandi úrslit, Victoria
Bohne fra stovninum NIFES, at evnið hevði serstakan eginleika at
treingja gjøgnum kyknuveggir í blóðaðrum í heilanum á fólki.
Fyri hesa avdúking bleiv granskingarúrslitið tileinkisgjørt og
Viktoria uppsøgd í starvinum. Fá ár seinri, í 2006, var aftur
ein granskari á norska havgranskingarstovninum, Claudette Bethune,
ið kom fram á somu niðurstøðu.

Claudette setti fram almenna
ákæru móti norsku stjórnini, at henda gav loyvi til at tað bleiv
spælt hazard við heilsuni hjá landsins íbúgvum. Eftir ákæruna
segði Claudette starvið frá sær og flutti til Canada. Franski
dokumantfilmurin um norska alivinnu ”Fillet Oh Fish” frá 2014 er
vístur í KVF, og har er m.a. samrøða við Victoria Bohne.




Burðardyggur
vøkstur



Løgmaður settir fyri vikum síðan arbeiðsbólk
og vækstrarforum, sum nevnt varð, undir heitinum Burðardyggur
vøkstur
. Her kom m.a. fram,
at
ætlanir eru at loyva laksaling á opnum havi nakað eystur úr
Nólsoy. Borið er fram, eisini av alivinnuni, at skal henda
gerast
enn størri í framleiðslu, nú firðirnir eru gagnnýttir á tamb,
verður neyðugt at fara út á opið hav.

Slíkt kann sigast at
blíva steinur omaná byrðu fyri illa dálkað havumhvørvið og har
áhaldandi fráboðanir eru kring allan heim, at støðan í
lívfrøðiliga margfeldinum í sjónum og hjá fiskastovnum


og
súðdjórum er álvarsamt hótt. Við aling og fóðuri við
heiluvágsinnihaldi íkemur annar spurningur, nevniliga um vit skulu
góðtaka at tann fiskur, ið kemur úr sjónum væl kann innihalda
vandamikil lúsabasingarevni t.d. Emamektin Benzoate, Diflubenzuron
og Ethoxyquin og onnur evni við. At slíkt skal góðtakast kann
væl setast stórt spurnartekin við. Havið er ikki ætlað til
slíkt endamál, heldur ikki firðir og sund okkara har vit hava mist
heilsugóða seiðin, so rættuiliga ivasamt er um eitt mark ikki
eigur at setast fyri tí, sum IKKI hevur tað allar minsta við
burðardygd at gera.

Innan ein vøkstur skal ella kann fremjast má
verða minsta krav, at verandi framleiðsla er burðardygg.



Úr
sjónum og í lokaðar skipanir




Løgtingið hevði
framløgu fyri viku síðan um alivinnuna. Har var bert ein
løgtingslimur, sum visti hvat hann tosaði um, og sum hevði ein
greiðan boðskap.

Gongdin í aling kring heimin er, at flutt
verður upp á land í lokaðar skipanir og at hesar framleiðslur
verða lagdar har fólk búgva.....tætt við stórbýir. Og soleiðis
sæst í dag, at ovurstórar verksmiðjur eru og verða bygdar í
Florida, Danmark, Sameindu Arabisku Emiratunum, Noreg, Kina og t.d
Póland har sera framkomin aling er sett í verk. Og fyrireikingar
eru víða um at byrja stóraling í lokaðum skipanum á landi.
Hetta hevur við sær eina vøru, ið einki neiligt árin hevur á
havumhvørvið, næst at flutningskostnaðir á marknaðin verða
lágir, og ikki minst at økta tilvitanin millum fólk er, at aling í
opnum nótum hevur eina ljóta og svarta umhvørvis-vangamynd.

Henda
gongd kann gera tað sera trupult hjá føroysku alivinnuni at
lívbjarga sær...um ikki stig verða tikin til lokaðar skipanir. Og
óansæð verður ein flutningskostnaður av fóðuri til landið,
samt ein útflutningskostnaður av vøruni av landinum, ið
framleiðarar á meginlandinum ikki hava.

Onnur avbjóðing vil tó
framhaldandi verða at fáa til vega fóðuri, ið hjá okkum vil
geva nógv størri gagn, fleiri milliónir fleiri døgverðar enn
alivinnan megnar, og sum góðska vøra av svarkjafti, lodnu og
øðrum pelagiskum fiskavørum, og sum við nýggjum kreativum átøkum
kunnu menna lidnar hádygdar og vistfrøðiligar vørur, ið onnur
lond ikki hava somu umstøður at framleiða.




Boðskapurin er
greiður:
Alivinnan er ikki burðardygg, og verður tað heldur
ikki á opnum havi, og er tí eittans gongda leið: íløgur í
alivinnu í lokaðar skipanir uttanlands, og góðsking av pelagiska
fiskinum her heima til hádygdar vistfrøðiligar vørur til
útflutning.



Kári Thomsen