Ítróttur og heilsa!

2012-11-01 18:19

Ítróttur og heilsa!

Ítróttur hevur ongantíð áður, verði so frammaliga í politiska meldrinum. Her heima, men eisini úti í alheiminum. Tað vísir seg at verða sterkasta brandi vit eiga, saman við grindadrápi.

Ítróttur verður ofta sæddur sum tann lættari endin á okkara mentan. Eg haldi hetta verða ein skeiv uppfatan av ítróttinum. Ítrótturin kann selja okkum og okkara vøru. Hetta sameinir tjóðir og fólk yvir øll mørk, her undir mál, mentan og politikk.

Tað er ikki bert úrvalsítrótturin, sum bindur fólkið í heiminum saman. Vanlig renning, hevur sett alla aðra ítróttar dyrkan til síðis. Fólk í tætt sitandi klæðum, síggjast nú slíta asfalt í bý- og bygd.

Vanlig fólk ferðast langa leið út í heim fyri at renna klassiska grikska bragdið, marathon. Ikki í Grikkalandi, men runt í øllum heimsins høvuðsstøðum og stórbýum annars. Her nýta tey samveruna, saman við túsundtals samhugaðum fólki úr øllum heiminum.

Tað er í grundini undrunarvert. Tí annars kunnu vit staðfesta at vælferðarsjúkurnar gera seg inn á okkum sum fólk eisini. Vit eta ov nógv og røra okkum ov líti. Hetta er ein størri og størri vansi fyri fólkaheilsuna yvirhøvur. Hetta kann ítróttur verða við til at fyribyrgja.

Niðurstøðan er at ítróttur er góður fyri fólk og land. Bæði úrvals- og breiddarítrótturin. Tí eiga kommuna og land at stuðla ítrótti yvirhøvur. Man kann kalla tað fyri “hjálp til sjálvhjálp”. Tískil eigur kommunan at, bjóða seg fram sum ein aktivur partnari í ítróttinum.

Eg haldi at kommunan eigur at arbeiða fyri at, fólk í kommununi kunnu nýta gott av sosialum og ítróttarligum felagsskapi og upplivingum, sum ítróttarfeløg kunnu bjóða.

Haldi eisini at kommunan eigur at stuðla feløgum í at, fáa eitt førleika lyft, til at gera ein bygnað, sum kann rúma og fasthalda øktum eftirspurningi

Ítrótturin hevur rímiliga góðar karmar og ein ítøkilig ætlan liggur á borðinum um útbyggingar í Gundadali og aðra staðir! Men her er eisini rúm fyri forbetringum!

Haldi tað verða av stórum týdningi, at kommunan nú, vendir eyguni eftir bygdunum og teimum pørtum av Havnini sum liggja í útjaðarinum. At gjørt samlingsstøð til ítrótt, men eisini til list, ungdóm og felagslívi annars. Hetta vil stuðla upp undir og styrkja felagsskapin í nærøkinum.

Máli skal verða at nøra undirmentanir(subkultur), sum eru grundfestar í nærumhvørvinum. Hetta vil skapa ein jaligan spenning og kapping millum bygdir og býarpartar okkum øllum til gleði og trivna.

Ítrótturin hevur stóran týdning fyri nógv fólk, bæði so og so. Tey nógvu íðka ítrótt, og onnur stuðla upp undur ítróttin, men heilt vist er tað, at ítróttur upptekur nógv fólk dagliga. Tískil má ítrótturin hava góðar umstøður og dagførast javnan, soleiðis at vit altíð kunnu fylgja við í menningini av ítróttinum og okkum sjálvum!

 

Sámal Ímundarsson, valevni Tjóðveldi