Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Integratión

2020-11-09 10:58

 Um integratión: 

Eitt av kjakevnunum í kommunuvalstríðnum er integratión. Tá er tað altíð hóskandi at útgreina, hvat tað meinast við. 

Franski sosiologurin Emile Durkheim var inni á evninum, og legði dent á týdningin av at øll á arbeiðsmarknaðinum vórðu integreraði í eina heild sum gav betri samhaldsfesti og samfelagshuga. Tá eru vit inni á sosialari integratión.  

Í dag snýr kjakið seg mest um at integrera tilflytarar, og tær kanningar, ið eru gjørdar í m.a Danmark, vísa á, at ein fortreyt fyri integratión er kunning um mentanina í tí nýggja landinum. Um ein tá hevur í huga at tað, ið er allarmest mentunarberandi, er tað tosaða málið, so er tað øllum greitt, at málførleikar er besta fortreytin fyri integratión. 

Sjálvstýri hevur síðani fyrstu stund lagt dent á at menna tað føroyska málið og mentanina. Hetta var umráðandi fyri 100 árum síðani, men er sanniliga eisini galdandi nú í okkara tíð. 

Í Føroyum, eins og í grannalondum okkara, eru foreldur, pedagogar og serfrøðingar varug við, at tað er alsamt fleiri børn, heilt niður í barnagarðsaldur, ið tosa enskt sínámillum. Eisini sæst, at fólk í Norðanlondum samskifta sínámillum á enskum, heldur enn á onkrum norðurlendskum máli. Vit føroyingar nýta helst tað vit kalla gøtudanskt”, og klára sostatt væl at samskifta við norðmenn, danir og sviar. Við íslendarar kunnu vit aloftast tosa føroyskt, tí hesi málini eru so lík hvørjum øðrum. 

Um ein hugsar um at integrera útlendingar, so má ein sjálvsagt geva teimum møguleika at læra føroyskt. Til tess kundi tað verið skilagott at ment tað føroyska málið og mentanina, so at vit, ið her búgva, eru stinn og vælkunnaði. Hesin kunnleiki fæst við at vit í Føroyum stimbra frálæruna í øllum lærugreinum 

Um vit ætla at gera skeiðsdeplar, til tess at læra tey, sum koma til landið, so er sjálvandi tørvur á fakfólki á økinum. Hesi fakfólk kunnu vera tøk til øll í Føroyum, bæði innflytarar og herbúgvandi. Nógv í Føroyum, bæði børn og vaksin, kundu havt gleði av at lært málið til lítar. 

Tað er sjálvandi lættari at integrera fólk, ið hava áleið somu mentan sum vit, meðan fólk við heilt øðrvísi mentan enn okkara hava avbjóðingar, um tey skulu sleppa síni mentan og taka við tí føroysku. Tey mugu kenna seg trygg og vælmóttikin. Hetta mugu vit hugsa um, serliga tá tilflytararnir eru her fyri at festa búgv og seta børn í verðina. Hesi fólk mugu hava allan hugsandi møguleika at læra føroyskt mál og mentan alt fyri eitt. Tað ger lívið so nógv lættari fyri øll, ið eru her. 

Ein annar bólkur, t.d. tey, ið bert eru her eitt styttri tíðarskeið, halda seg kanska ikki hava tørv á at læra seg føroyskt til lítar. Summir arbeiðsgevarar halda tað vera nøktandi um tey bert duga nøkur fá orð. Tað er skilligt, men ikki heilt so forsvarligt heldur. 

Úti í restini av samfelagnum kunnu avbjóðingar skjótt stinga seg upp. Tað er ikki tað sama at fara til handils og keypa sær okkurt, sum at fara t.d. á sjúkrahúsið ella okkurt løgfrøðiligt ørindi. Har koma brádliga krøv um rættartrygd -eins væl og krøv um sjúklingatrygd. Hvussu tað verður loyst er ymiskt, men at veita tulkatænastur í slíkum samanhangi er alt annað enn bíligt, og sum skilst á grannalondum, so kunnu fólk búgva har í tíggjutals ár uttan at duga landsmálið -og sostatt heldur ikki kenna mentanina. Slíkt hevur óneyðugar forðingar og kostnaðir við sær. 

Vit mugu seta krøv til tey, sum koma -og tey sum koma mugu vilja Føroyar. Intensiv málog mentunarskeið á deplum, sum sjálvandi hava tilknýti til ymisk livandi søvn, har tey fremmandu kunnu læra um, hvussu ting verða gjørd og hagreidd í Føroyum, hevði verið sera hent, eisini fyri føroyingar í øllum aldri. Her er ein gyltur møguleiki at gera sær dælt av tí gráa gullinum, okkara eldru, sum undirvísarar, og á henda hátt seta á stovn sonevnd mentanararbeiðspláss. 

Vansin við vantandi integratión er, at fólk, ið ikki kenna seg sum føroyingar, finna saman um tað, tey hava til felags, og har tey kenna ein felags samleika. Slíkt kann skjótt elva til uppstykking av samfelagnum, við nógvum keðiligum fylgjum.