Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Inni á Sandi

2020-09-13 18:26

 Inni á Sandi til verðuleika

Vit og tey sum eru fødd eftir landsvegurin kom, vita ikki hvat fyri náttúruperla vit høvdu har sum bátahylurin er í dag og heilt út til Sjóvarbrúgv. Eg havi hoyrt nógv um hetta fantastiska økið í mínum uppvøkstri. Hetta stað hevði verði beint við har eg vaks upp og tí havi eg hoyrt sera nógv um hvussu fantastiskt tað var. Myndir frá tíðini áðrenn landsvegin eru tíbetur tøkar. Man stendur púrasta skíttbýttur í 2020 og skilur als onki av hvat fólk hevur hugsa tá.

Mín dreymur er at fáa økið so nær hesum verðuleika áðrenn bátahyl og landsveg aftur. Ein byrjan vildi verði at gjørt eina roynda at pumpa sand inn í sjálvan lumman. Víðari kundi man gjørt ein kant undir brúnni at gingið eftir og so gjørt ein gonguveg út til Sjóvar. Her kundi man sett nakrar gongulyktir, sum vildi hugnað økið munandi upp. Hetta vildi heilt víst verði nakað sum øll vildu fingið gleði av. Eg havi varðhugan av at tað eru fleiri og fleiri sum kundu ynskt sær at fingið økið aftur til tað tað var.

Í 1970 árunum gjørdu teir júst hetta í Sandagerði í Havn. Áðrenn var urðagrót ráðandi í Sandagerði. Í Vestmanna er sandur og var sama mannagongd nýtt her. Tað bleiv pumpa inn í økið og soleiðis bleiv Vestmanna góðkend hvalvág eisini. So tað eru fleiri møguleikar vit fáa við hesum. Betri umstøður til havsvimjing, sum bara veksur. Teir góðu summardagarnar nýtast vit ikki at fara av bygdini at njóta strendur. Eitt hanagleiv. Vit vildu fingið stóra nyttu av hesum. Sum nærmasti grannið til bátahylin og teir møguleikar ið eru har, so gerst hetta ein sannur náttúru/mentanarligur miðdepli. Hetta vil eg heilt víst fara inn við fullum huga at fáa gongd á.

 

Set X við Bergur R Dam Jensen á lista C til Tòrshavnar Býrað

Fylg mær á míni valsíðu á facebook – les greinar – sí myndir og LIVE innsløg – set spurningar

Síðan eitur Bergur Robert Dam Jensen í Tòrshavnar Býráð 10 nov. 2020