Áarvegur 2 - Postsmoga 208
110 Tórshavn

Telefon: 312492
Teldupostur: samband@olivant.fo
Heimasíða: www.samband.fo

Íleggingargrunnurin aftur á banan viðvíkjandi Vága Floghavn

2019-08-24 10:16
Samferðslupolitikkur - 

Sum flest øllum kunnugt varð byggingin av Vága Floghavn fíggjað av Íleggingargrunninum við 365 mió. kr. Í dag kunnu vit bara staðfesta, at útbyggingin ikki nøktaði tann skjótt vaksandi tørvin.

Longu frá fyrsta degi ella áðrenn byggingin nakrantíð fór í gongd, vóru røddir frammi um, at byggingin ikki var framtíðartryggjað í nóg stóran mun. Sparingar og niðurprioriteringar skuldu skjótt vísa seg, at vit ikki komu at liva upp til tann skjótt vaksandi ferðafólkastreymin.

Eingin fakligur peikifingur var á lofti, hóast nógvir sótu runt um borið. Tey, sum høvdu ábyrgd av byggingini, nevnd og stjórn gjørdu sum teimum varð álagt, ein posi av pengum við 365 mió. kr., tað var tað, sum byggjast skuldi fyri. Helst hevur afturvendandi politiska mótstøðan gjørt seg galdandi, tí var týdningarmikið at ganga varliga um hurðarnar. Her kundi korthúsið rapla.

Flogvøllurin livur upp til krøvini, sum verða sett av loftferðslumyndugleikunum, og stórar íløgur og stór framstig eru hend seinastu árini viðvíkjandi tøkni á flogvøllinum. Regulariteturin er tí fult á hædd við aðrar líknandi flogvallir í grannalondunum. Men umstøðurnar veður og vindur gera, at vit eiga at stremba eftir at gera tað upp aftur betri og tryggari.

Leingingin av flogvøllinum, sum var 1.799 metrar, var fyrsti og størsti feilurin. Um hesin eini meturin kom upp til 1.800 metrar, skuldi vøllurin, sum er 30 metrar breiður, breiðkast upp til 45 metrar og torn flytast. Og serliga er tað breiddin á vøllinum, sum skuldi verða 45, sum er óskiljandi, at tað ikki bleiv gjørt. Ein breiðari vøllur gevur størri møguleikar og betri trygd.

Visjónirnar hava ikki verið nóg stórar hjá teimum, sum høvdu ábyrgdina av byggingini. Longu sama árið, sum leingingin varð liðug, kom AA við sínum fyrsta Airbuss 319 flogfari. Síðan hava vit fingið nýggjar aktørar upp í flúgvingina, og báðir kappingarneytarnir flúgva nú við uppaftur størri flogførum, nevnliga Airbuss 320, sum eru dupult so stórir, sum tey gomlu flogførini, sum AA brúkti. Hetta eru væl egnaði flogfør, men við menningini, sum í løtuni er innan ferðafólkaflutning, so eru longu grundarlag fyri at fara eina stødd upp í flogførum, t.d. Airbus 321 neo og Boeing 737-800.

Næsti feilurin varð útbyggingin av terminalinum. Her varð spart við at lækka bygningin so møguleikin við tveimum hæddum ikki er til staðar. Terminalurin er ov lítil og óarbeiðsligur fyri tey mongu starvsfólkini, og hevur ein ferðafólkastreym, sum ikki er betri enn í tí gamla terminalinum. Hølisviðurskiftir og høllir vóru longu ov smá, áðrenn tey vóru tikin í brúk.

Hóast økið er vítt til veggja eru útbyggingarmøguleikarnir avmarkaðir, tú hevur bygt teg inni. At útbyggjahangarin hjá AA, so nýggi Airbussurin sleppur inn, kann blíva ein trupulleiki, tí nógvar ásetingar eru á økinum.

Tí skal ìleggingargrunnurin á banan aftur og gerða sítt arbeiði liðugt.

Vága Floghavn er so týðandi partur av føroyska flutningskervinum og fyri blómandi ferðavinnuna, at her skal, hvørki Íleggingargrunnurin ella politiska skipanin ganga í ov smáum skóm.

Vit hava hoyrt nógv um fíggjarligu gølina á Glasir. Eftir stendur hóast alt, og vónandi tann skúlin, sum øll ynsktu sær.

Útbyggingin av Vága Floghavn helt uppá krónuna. Men hóast batar, fingu Føroyar ikki heilt tann vøllin, sum tørvur er á. Í báðum føri eru helst fingramerkini frá okkara politisku skipan at finna.

Eivin H. Jacobsen

valevni til Løgtingið fyri Sambandsflokkin

RN