Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Ikki longi, men leingi!

2020-10-12 15:38

Suðurstreymoy, Sandoy og smáu kringoyggjarnar

Sum suðurstreymoyingur burturav og lærari í heimbygdini, Argjum, í næstan 40 ár veit eg sjálvandi, at vit í Suðurstreymoy hava sagt og framvegis siga: ”leingi, dreingir, eingil, streingir, einkja, leinkja” við ei-framburði og ikki við o(y)-framburði, sum í Norðstreymoy, Eysturoy, Norðoyum og mín sann Suðuroy og Vágum. Flestu skúlabørnini hjá okkum siga sjálvandi eisini ”ei”, sjálvt um okkurt avbygdar-”oy” kanska er at hoyra.

Áhugavert, at ei-oyggjarnar, Suðuroy og Vágar, siga ”loyngi og droyngir” sum oy-fólkini norðanfyri! Onkur dugir kanska at greina hatta.

Við mínum tilknýti til Sandoynna veit eg, at sandoyarfólk hava sagt og framvegis siga hasi orðini við upprunaligu ei-úttaluni.

Tað sama er galdandi fyri smáu kringoyggjarnar.

VARÐVEITIÐ MÁLFØRINI!: Sjálvandi skulu fólk varðveita sítt bygdarmál (dialekt), eisini í útvørpunum! Eg havi ikki grett orð um annað. Mín viðmerking var um ósamsvar á ljóðfílu Sprotans.

MIÐLAVIÐMERKINGAR: Eg gjørdist stórliga bilsin av onkrari viðmerking viðvíkjandi mínum fyrra skrivi um LEINGI-úttaluna hjá okkum í Suðurstreymoy!

Hugaligt var tó at síggja viðmerking frá málfrøðingi um okkara sjálvsagda ei-framburð á høvuðsstaðarleiðini.

Viðvíkjandi blandingsmáli er at siga, at stóra fjøldin av suðurstreymoyingum sigur ”ei” í t.d. ”leingi” og ”dreingir”. ”Upprunahavnarfólk” siga ”ei”.

HEINGJA, STEINGJA: Sjálvandi veit eg, at hasi bæði orðini, eisini hjá okkum, verða framborin við ”o(y)”, men LEINGI og hini orðini omanfyri verða altso framborin við ”ei”!

REIGGJA: Vónandi eru eingi ei-fólk farin at siga ”royggja”. Vit í suðurøkinum duga tó eisini at siga oy: ”troyggja, koyggja, royta, kroysta”.

LJÓÐFÍLA SPROTANS: Mannagongdin á ljóðfíluni er at brúka miðføroyskt (suðurstreymoyarmál). Har verður sagt ”ein bók” og ikki ”oyn bøvk”. ”Eingil” er eisini við, men so samsvarar ikki meir, tí ”leingi, dreingir” og hini nevndu ei-orðini verða framborin við ”o(y)!? Hvussu fólk eru komin til slíka niðurstøðu, er ikki lætt at skilja.

Hatta man tó vera lætt at rætta, og eg vænti, tað verður gjørt sum skjótast.

Við málførakvøðu

Eyðun á Borg