Ikki jeg, men okur

2019-08-21 11:16


Hví sigi jeg: - ikki jeg, men okur? Hvat merkir tað? Fyrst má jeg siga, hví jeg eri sosialdemokrat. Tí jeg haldi, at øll skulu hava frælsi, ikki bert tey fáu og vælbjargaðu. Jeg eri sosialdemokrat, tí jeg trúgvi, at fólkaræði er tað besta fyri okum. Ikki fámannaveldi.


Kapitalisma hevur ment loysnir og skapt óveruligar mongdir av ríkidømi. Hon hevur somuleiðis skapt frælsi og framburð, men fyri nøkur fá. Trupulleikin er, at hetta frælsi og hesin framburður kostar hjá teimum flestu. Hetta brýtur niður fólkaræðið og forðar fyri sosialum vøkstri.


Ja, vit hava fingið meira fólkaræði og framburð seinastu øldina, men tað er hóast kapitalismuna og ikki orsakað av henni. Tað er hent, tí fólk hava stríðst fyri, at framburður og vøkstur ikki einans skuldu savnast hjá teimum fáu. Hetta gjørdu tey fyri at byggja ein betri heim, hinumegin kapitalismuni. Eitt stríð um rættindi, lív og fólkaræðið, har nógv kalla tað sosialismu ella sosialdemokrati.


Burtursæð frá burturrakstri av fólki, ófriði og umhvørvisligari oyðan, so hevur kapitalisman eisini skapt sosialan framburð. Men er hetta slagið av framburði tað besta, okur kunnu gera? Sum sosialdemokratur trúgvi jeg, at okur kunnu gera tað betur og í roynd og veru, so mugu okur gera tað betur, um okur ætla, at okra børn skulu arva heimin eftir okum. Nakað, sum menniskju altíð kunnu er at betra okum.


Nú er val, men hvat ynskja okur okum? Eitt samfelag fyri tey fáu, ella eitt samfelag fyri øll? Tú, sum veljari, hevur møguleika at velja at samfelag fyri tey nógvu. Ella eitt samfelag fyri tey fáu.


Longu nú eru summi, sum lova, at almenn arbeiðspláss skulu skerjast - pyntað undir orðinum “ovurnýtsla” – og sum lova, at privati marknaðurin skal taka yvir. Skipanir skulu rullast aftur, men fíggingin er ongin, og hetta tænir bert útvaldum monnum. Og samkynd skulu rænast fyri vunnin rættindi.


Sagt verður, at um familjan hevur tað gott, hevur vinnan tað gott. Fer familjan at hava tað gott? Jeg loyvi mær at ivast og siga, at hetta leggur bert upp til, at útvaldar familjur fara at hava tað gott.


Ja, broytingar mugu til, men ikki broytingar, sum søpla vælferðina burt. Okur vilja hava øll við í framburðinum. Lá- og miðallønt, pensjónistar og allar familjurnar í landinum. Saman lyfta okur í felag, og saman lyfta okur allar Føroyar við.



Jens Arni Leo Hammerfoss, valevni fyri Javnaðarflokkin