Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Íbúðabyggingin á Kongavarða trýfalt størri enn Fíggjarmálaráðið

2019-08-31 16:29
Bústaðatørvurin skal loysast við skilið

Politiska kjakið í KvF í gjárkvøldið vísti, at valevnini nú umsíðir vilja gera nakað við stóru bústaðarneyðina.

Men støðan er ikki íkonin brádliga. Hetta hava framskrivingsr í t. d. Kommunuætlanini hjá Tórshavnar kommunu víst síðani 2014. Nú er støðan blivin akutt, og tað gevur tíverri gróðrarbotn fyri illa umhugsaðum politiskum avgerðum, vánaligari góðsku á byggingini og býarplanleggingini., og lætt vunnar inntøkur hjá teimum sum síggja sær møguleikan at gera sær dælt av støðuni.

Byggigølur og konkursir hjá byggivirkjum við manglandi fíggjarligari orku, hava fyrr verið í samband við stórar bústaðabyggingar, bæði á Kongavarða og Millum Horna í Havn.

Ein nýggj og illa umhugsað politisk ætlan um bústaðabygging, er ovurhonds stóru íbúðablokkarnir sum Tórshavnar kommuna hevur í hyggju at geva einum smápartafelag við 108.000 kr í eginpeningi, loyvi til Undir Kongavarða, á einum økið sum langt frá er nóg stórt og egna til slíka bygging.

Bygningurin hjá Fíggjarmálaráðnum er vælkendur og sjónligur í býarmyndini, og tí lættur hjá fólki at gera sínar metingar út frá. Fíggjarmálarádid falda við 3 sær øgiligt út, men gevur kortini eina samanberiliga mynd av longd og hædd av teimum 3 íbúðablokkunum til vinnuliga útleigan av 94 leiguíbúðum hjá einum privatum felag, sum meirilutin í Tórshavnar kommuna ætlar at loyva at fara í gongd inni millum húsini á Kongavarða.

Eigarafeløgini í økinum, og eini 650 borgarar hava mótmælt hesum vitleysa inntrivinum hjá Tórshavnar býráði, í ein vanligan býling, har tað sambært Almennu byggisamtyktini einans er loyvt at byggja sethús, tvíhús ella raðhús í 2 hæddum.

Um meirilutin í Tórshavnar býráð saman við einum smápartafelag við 108.000 kr í eginpeningi, sleppur at fremja slíkan ágang móti býlinginum á Kongavarða, so er bara spurningurin hvør sethúsabýlingur Havn verður tann næsti.

Neyvan ein býlingur har býráðslimir sjálvir búgva,Men býraðsmeirilutin hevur tó eftir øllum at døma onki ímóti at offra økið Undir Kongavarda til eitt slíkt ørvitisprosjekt.

Bústaðartørvurin skal loysast, men við skilið. Býráðsmeirilutin í Havn hevur vassa út har hann ikki grynnir í hesum málinum, og seinasta útmeldingin hjá borgarstjóranum um at minkað byggingina niður í eina helvt, tykist mest sum ein roynd at finna uppá okkurt, fyri at tippa teir 650 atfinningarsomu borgararnar nú val er í dag.

Bústaðartørvurin verður ikki loystur við at oyðileggja verandi, vælvirkandi býlingar, og við at selja lendi til undirprís sum fjaldur stuðul til privat smápartafeløg. Hann skal og kann loysast á økjum sum eru egnaði til størri byggingar av hesum slag.

Bústaðarbyggingin á Kongavarða er einaferð fyrr rakt av at byggifelagið ikki maktaði fíggjarligu byrðuna at byggja so stórt, og nógv fólk komu í klemmu av hesum, av tí at byggingin stóð hálvliðug. Sama hendi við íbúðablokkunum Millum Horna.

Tí er loysnin heldur ikki at smápartafeløg við 108.000 kr í eginpeningi skulu loysa bústaðartørvin fyri Tórshavnar býráð. Tað er dømt at enda galið.

Jákup Egholm Hansen