Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Í sambandi við almennar ábreiðslur móti floksformanninum í lesarabrævi

2019-08-30 17:58

Í samband við almennar ábreiðslur móti floksformanninum í lesarabrævi, og í ørðum lagið lesarabræv har róð verður fram undir at alt fer fram í besta sóma, er rættast at gera nakrar viðmerkingar til málið.

Streymoyar Sjálvstýrisfelag metir avgjørt at tað eru viðurskifti innanflokka, sum als ikki eru nøktandi og sum tað er átrokandi neyðugt at fáa í rættlag.

Vit harmast slíkar ósemjur beint undan einum vali. Eisini harmast vit, at neyðugt er at viðgera slíkar ósemjur alment, heldur enn at loysa tær innanflokka. Tíđanverri er tađ ikki gjørligt.

Valevni eru nú komin á listan hjá Sjálvstýri í teimum økjum, sum felagið varðar av, (Streymoy, Vágoy, Sandoy og Suðuroy) uttan at felagið yvirhøvur er kunnað um hetta.

Valskrá er gjørd uttan, at felagið hevur fingið høvi til at luttaka í fyrireikingunum, ella koma við viðmerkingum til innihaldið.

Eitt slíkt boykott av Streymoyar Sjálvstýrisfelag, har felagið ikki verður eftirspurt í samband við uppstilling og valskrá, at fyrispurningar frá felagnum ikki verða svaraðir, hvørki av floksformanninum ella landsnevndarformanninum, tí limirnir í lokalfelagnum eftir øllum at døma ikki í nóg stóran mun endurspegla persónligu politisku hugsjónir formansins, eru ikki júst tekin um dugnaskap í leiðslu, ella at høvuðsuppgávan hjá floksformanninum og landsnevndarformanninum, at verða semjusøkjandi og savnandi, verða røkt til lítar. Heldur ber hetta boð um um eina ódámliga einaræðishugsjón, sum einki rúm eigur at verða fyri í Sjálvstýrisflokkinum

Mest ódámliga átakið hjá verðandi leiðslu, var ein miðvís fíggindalig yvirtøka av felagnum tí felagiđ dittađi sær at seta spurningar til førda politikkin. Tá kvettroyndin miseydnaðist, valdi leiðslan at keypa sær til eitt kvett, við at fáa kendan fólkafloks sakførara, at koma við skemtiligari niðurstøðu- at tað er ikki neyðugt at felagið veit hvør er limur. Kanska vert at royna í samband við limaskap í IOC?

Vit mugu í hesum sambandi bert ásanna, at avgerðin um at útihýsa Streymoyar Sjálvstýrisfelag frá øllum samskifti og umboðan í floksskipanini í samband við komandi val, ikki styrkir flokkin, men bert undirstrikar áhaldandi endurtiknu ávaringarnar um, at flokkurin er á vandakós.

Jan A. Joensen, næstform. Streymoyar Sjálvstýrisfelag