Býráðslimur í Tórshavnar býráð

Les meir á http://bjorgdam.blogspot.com

Í býráðið at arbeiða fyri føroyska tilfeinginum

2012-11-08 20:33

Hugsa tær, hvat ein nýggj kókibók við 100 nýggjum spennandi, heilsugóðum og eldri uppskriftum við alskyns seyðarættum vildi gjørt fyri eftirspurninginum av seyðakjøti og avroðum?

Eg viðgangi, tað er ein avbjóðing at fáa økonomi í føroyska tilfeingið, tí marknaðurin er lítil og avmarkaður, og brandingin fyri føroyskum vørum stendur sera veik ímóti kappingini við útlendskar vørur, marknaðarføring og brúksmynstur.

Føroyska vinnan ger veruliga sítt til, men vit muga arbeiða á øllum stigum, fyri at økja eftirspurninginum. Vit skula brúka tey politisku amboðini til at kveikja medviti fyri føroyska tilfeinginum. Vit skulu raðfesta og taka atlit til tilfeingið í politiskum avgerðum. Upplýsa í barnagørðum, skúlum, lærubókum og faldarum. Ráðstevnur, festivalar og nýskapanartiltøk skula stuðlast.

Kommunan skal hava eina vinnudeild, sum er við at skapa røttu karmarnar. Miðbýurin skal húsa føroyskum serhandlum, so vit fáa synergi millum tilfeingi, ferðavinnuna og ein livandi miðbý.

Tilfeingið er so nógv annað enn fiskur, tað er alt frá seyði, haru, fugli, alt sum veksur úr moldini, tarin í havinum, menniskja tilfeingið, mentan, børn, føroyska málið o.s.f.

Við at gagnnýta føroyska tilfeingið skapa vit arbeiði, fjølbroytni, styrkja okkara sjálvsfatan og tryggja sjálvbjargni. Stutt sagt, er hettar við at fáa fólk at støðast í Føroyum.

Sjálvandi skal føroyska tilfeingið umboðast í Tórshavnar býráð.

Eg vil verja, menna og umboða føroyska tilfeingið.

Les fleiri greinar á http://bjorgdam.blogspot.com

Bjørg Dam

Valevni Javnaðarfloksins í Tórshavnar kommunu.