Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Hvussu skulu kvinnur i politikki spegla kvinnusamfelagið?

2022-09-05 12:15

Kvinnujavnstøða rørir uppá seg í jøvnum millumbilum.

Vit hava eitt patriarkalskt samfelag, kvinnur seta hægri krøv til sín sjálvs, kvinnur velja ikki kvinnur og so framvegis og so framvegis.

Men hvat skal til og hvussu skulu vit gera fyri at koma burturúr hesum afturvendandi suffi og hesari oyðimarkarferð?

Ella hava vit nakað sum kann gera munin?

Hava vit tær politisku fyrimyndirnar, sum eru nakað annað, sum kunnu skifta kós og sum kunnu vísa kvinnum kvinnuumboðan vegna tey øki, sum tala til kvinnur og sum kvinnur vara av í samfelagnum?

Eg sat sjálv í Býráðnum saman við fleiri kvinnum, eins og samgongan í dag eisini hevur yvirvág av kvinnum.

--

Vit høvdu høvi at dagføra tey øki, sum í høvuðsheitum eru starvsøki hjá kvinnum. Tað verið seg eldraøkið, skúlaviðurskifti og barnaansingina.

Hetta kundi verið gjørt í samráð við økini og í tráð við ynski hjá fólkinum, tað verði seg røkt og umsorgan av eldri, ansing av børnum og so framvegis.

Vit høvdu høvi at dagføra eina umsiting ‘hjá fyrrverandi borgarstjóra’ til at blivið øðrvísi, minni bureaukratiska og meira fólksliga.

Vit høvdu høvi at flyta borgarstjóraleiklutin til leiðslu og fyriskipan av umsiting, stovnum og rakstrarøkjum, ístaðin fyri fíggjarstýring og málsviðgerð.

Jú, vit høvdu høvi at skifta kós, at arbeiða øðrvísi, at dagføra og betra um viðurskiftini út frá einum kvinnusjónarmiði í samstarvi við ymsu eindirnar.

Men vóru vit fyrimyndir?

Ikki tí eg haldi, at øll øki skulu kynsbýtast, men tá vit vilja hava fleiri kvinnur í politikk, so haldi eg vit kunnu vísa á hvar vit spjaða til ella hvussu vit, sum eginleiki, gera tingini øðrvísi.

Sjálv haldi eg eisini, at kvinnurnar manglaðu í fiskivinnupolitikkinum og at býtið av samfelagskøkuni hevði tikið fleiri atliti, um kvinnur høvdu verið virknari á tí økinum.

Hetta er eisini borð fyri almenna kringvarpið, at varpa ljós á leiklutir og í hvønn mun teir verða útintir, bæði sum hugsjón, praktiskur politikkur og í virði vegna alt fólkið.

Eg veit, at tað altíð er lættast at vera eftirklókur, men um vit ikki seta krøv til okkara politisku umboð í tí vavi og slagi tey eiga at umboða fólkið, so verður ikki broyting í, ikki heldur hjá kvinnum.

Vit fáa floksundirtøku av at tosa um politikk sum politikk, sum høgra vinstra, sum blokk ella ikki blokk og slíkt yvirornað politiskt orðaspæl og orðadrátt, sum absolutt einki flytir vegna teg og meg og fólkið.

Júst hesin jargongur hevur fingið loyvi at sett dagsskrá alt ov leingi, ja, so leingi, at fólkið hevur mist tráðin, hevur mist áhugan og tíverri kensluna av, hvat tað fær fyri atkvøðuna – sum tískil ofta bara fer til sama flokkin sum altíð, til mannin ella til teirra, sum duga at føra seg fram og sum duga at tosa.

Vóni eina sjónliga miðling av manni og kvinnu og eina veruliga umboðan, sum er vegna kvinnur og alt fólkið.

Bergun Kass