Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Hvussu og hvør skal fíggja fullveldi?

2019-04-12 22:29

Tjóðveldi boðar frá á Landsfundi at Føroyar skulu hava fullveldi. Restin av núverandi samgongu vísir seg ikki at taka frástøðu, heldur ikki Javnaðarflokkurin.

Somu flokkar hava eina røð avkostnaðarmiklum æltanum. Samlaða rokningin verður sera stór.

Enn er einki boð komið uppá hvussu alt hettar skal fíggjast.

Kostnaður av fullveldisætlan

Fullveldi kostar oman fyri eina milliard í inntøkumissi hjá Landskassanum. Umframt at vit missa grundlógar tryggjað rættindi í Ríkisfelagsskapinum innan fyri ymisk vælferðarøki, eitt nú skúla- og heilsuverk.

Yvirskoti á fíggjarlógini nógv lægri enn inntøkurnar úr DK í allarbestu tíðum. Fullveldis roknistykki hongur ikki saman.

Hvar skal rokningin sendast ?

Einasta boð higartil er at fiski- og alivinnan skulu gjalda meira og meira.Gjøldini vera bara hægri og fleiri. Hettar er at experimentera við okkara høðusvinnu, og tekur alt kappingarføri úr vinnuni.

Rokningin endar so ella so hjá tí føroyska húsarhaldinum, baði í meira útreiðslum og verri vælferðartænastum.

Hettar er ein alvorligur fíggjarligur spurningur at taka støðu til

Tað má ikki spælast hasard við lagnuni hjá Føroya fólki.

Edva Jacobsen

Valevni hjá Sambandsflokkinum