Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

(Mynd: Bjartur Vest / portal.fo)

Hvussu dumm/ur kann mann vera

2020-11-19 21:34

Eg harmist og øtist hvussu vánaliga mann kann stýra einari verkætlan sum strandfaraskipinum Erla Kongsdóttir.

Tekningarnar av skipinum eru gjørdar og væl kendar fyri umleið tveimum árum síðani. Vatnstandurin upp til kajkantin í Nólsoy hevur mann kent í umleið 50 ár, og so siga tey at tey fyrst meða byggja bátin og so leggja til kaj í Nólsoy fyri at finna útav hvussu nýggja rampan skal gerast fyri at passa til bátin. Eg má siga sum nólsoyingar “Harrans auulukkan, hvussu dummir kann mann vera” Og so koma tey í fjølmiðlarnar grav alvarlig og siga at so má vera, Strandferðslustjórin, havnarmeistarin, borgmeistarin í Havn og ikki minst Hendrik Old fyrverandi samferslumálaráharri.

Og nú eftir alt hettar so siga tey at trygdarroyndir skulu gerast sum taka tíð tí onkur úr Fraklandi skal vera við. Er ongin leiðsla, er ongin sum samskipar?

Sjálvandi skuldi alt við trygd og loyvir veri gjørd áðrenn báturin kom til Føroyar ella í seinasta lagi meðan bátur og manning var í sáttarhaldi í Føroyum.

At tað skal taka nógvar vikur at fáa alt hettar framt vitnar bara um dugnaloysi og pappírsveldi sum bert hoyrir einari bananrepublikk til.

Jú sjálvandi skulu tey “Klóku” hava nógvar fundir og nógvar tekningar áðrenn alt kann setast í gongd.

Vælsignaði fólk ring til, eitt nú, Articon og bið teir fara út og gera hasa rampuna, ella ring til Mest og bið teir gera hana. Eg skal garantera at hesir høvdu kunna gjørt hattar, klárt til brúk uppá í mesta lagi eina viku.

Skal eg taka hesi fólkini uppá orði so duga tey ikki handla útfrá einari vælgjørdari professionellari tekning, tí havi eg biði 8 ára gomlu abbadóttrina tekna eina tekni sum tit so vónandi kunnu brúka.

Anskar Hansen