Hvør stemma telur

2020-11-09 16:00

 Í morgin skulu vit øll á val  at velja tey, ið skulu umboða okkum í Býráðið komandi 4 árini.

Ivast tit hvønn tit skulu velja, so kunnu tit lesa um nøkur av mínum málum her.

 Eg eri 34 ára gamal, eri føddur og uppvaksin í Tórshavn. Eg eri trúlovaður Lauru Dam Joensen av Argjum og saman hava vit tvey fantastisk børn, Mira, ið er sjey ár og Louis, ið verður eitt ár í desember.

 Eg ætli mær millum annað at arbeiða fyri:                           

• At nógv fleiri grundstykkir vera tøk. Kommunan eigur komandi fýra árini at gera í øllum førum 500 grundstykkir til sethús, umframt at seta ferð á ætlanina við Stórutjørn, har lunnar skulu leggjast undir einar 2000 búeindir komandi fýra árini.

• At kommunan verður rikin fíggjarliga skynsamt. Hetta merkir millum annað, at skattalætti verður givin, um meira kemur inn enn væntað.

• At avbjóðingarnar við parkering vera loystar, millum annað við parkeringstunlum á Skálatrøð og við Kongabrúnna.

 • At avbjóðingarnar við innkomuvegnum og ferðslutrýstinum inn í Tórshavn verður loyst.

• At dagstovnaøkið verður meira fjøltáttað, soleiðis at tey, ið arbeiða skeivar tíðir kunnu fáa børn síni ansaði. Eisini skal møguleiki vera fyri at fáa síni børn ansaði hálva tíð, ella at foreldur sjálvi kunnu fáa peningin fyri barnaansingina og ansa egnum børnum.

 • At borgarar vera tryggjaðir at fáa svar uppá byggiloyvir til sethús innan seks vikur.

• At kommunan skal betra um sína tænastu mótvegis borgarum. Ætlandi skal nøgdsemi hjá borgarunum mótvegis kommununi kannast javnan, og broytingar skulu gerast har tørvur er á tí.

 • At farið verður undir eitt miðvíst arbeiði at tryggja grót úr komandi tunnilsverkætlanum, til at gera eitt stórt vinnuøki við Gomlurætt.

• At fleiri vinnuøkir vera fingin til vega, umframt at ætlanin í brekkuni í Hoyvík verður endurskoðað soleiðis, at vinnulívið á staðnum fær møguleika at víðka um sítt virksemi.

• At eitt borgarakort verður gjørt til skattaborgarar í Tórshavn, ið kann nýtast til at m.a. bussleiðina, soleiðis at ferðafólk ikki koyra ókeypis við býarbussunum.

• At eitt innandura spæliland verður gjørt til barnafamiljur.

Vónandi eru tað fleiri, ið taka undir við hesum, og seta sín kross við lista A á kommunuvalinum í morgin.

Rói B. Poulsen Valevni fyri Fólkaflokkin til kommunuvalið í Tórshavn.