Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Hvør, hvat og nær?

2020-03-26 17:40

Eg kundi ynskt mær, at vit øll í Tórshavnar býráð, samgonga og andstøða, viðgjørdu eina meira víðskygda ætlan við atliti til íkomnu støðuna, sum at kalla er undantaksstøða. Jú, í mínari tankagongd eigur býráðsandstøðan við í arbeiðið, tí vit hava undantaksstøðu og tey, ið hava valt andstøðuna, eiga eisini at umboðast.

Vit hava kommunuval til heystar og tær avgerðir, ið verða tiknar í núverandi støðu, eiga ikki við í líkningina um politisk avrik.

Við støði í, at støðan meira og minni er politiskt skapt, kunnu vit spyrja hvønn annan:

Hvør er leikluturin hjá kommununi?

Hvør er leikluturin hjá landinum?

Hvat ger Tórshavnar kommuna við tað og nær?

Støðan er alt ov álvarsom til at einstakir politikarar kunnu loyva sær at spæla jólamenn í einari kommunu í undantaksstøðu. Tað er júst í støðum, sum hesari, at tørvur er á politikkarum, ið taka umhugsaðar og ábyrgdarfullar avgerðir.

Við heilsan
Bergun Kass, býráðspolitikari fyri Framsókn.