Eg eiti Hervør Pálsdóttir, eg eri 24 ára gomul og tingkvinna fyri Tjóðveldi.

Eg brenni fyri teimum grønu, samhaldsfestu og frælsu Føroyum.

HVØR EIGUR ÁBYRGDINA AV HEIMLEYSUM Í FØROYUM?

2020-04-21 17:13

Í dag var fyrsta viðgerð av uppskotinum, sum eg vegna Tjóðveldi havi lagt fram um at áseta hvør hevur ábyrgd av heimleysum í Føroyum. Stemningurin var positivur, so eg vóni at vit undir nevndarviðgerðini megna at fáa meiriluta fyri uppskotinum, so tað verður samtykt.

Tað er einki nýtt í, at bústaðarneyðin í Føroyum er stór. Fleiri liva í konstantum ótryggleika, tí tey ikki hava fast tak yvir høvdið. Men í Føroyum hava vit onga lóg um heimleys, eins og tey hava aðrastaðni.

Føroyar eru eitt ov ríkt land til, at vit ikki kunnu veita heimleysum nøktandi hjálp. Føroyar eru nóg ríkar til at ongin eigur at vera heimleysur. Ein tryggur og góður bústaður er ein mannarættur, og tað mugu vit viðurkenna.

Grundtankin má vera at í Føroyum skulu øll hava ein góðan bústað, og vit saman mugu hjálpa teimum, ið standa uttan tak yvir høvdið

Tað hevur stóran týdning fyri børn, at tey hava eitt trygt og gott heim at vaksa upp í. Til tað krevst ein góður bústaður, og tað skylda vit okkara borgarum at taka í álvara.