Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Hvít, reyð og blá á Fólkatingi

2019-05-29 14:41

Føroyar skulu kunnu gera egnar avtalur við øll heimsins lond. Vit skulu hava fult frælsi at reka okkara uttanríkispolitikk. Við teimum møguleikum, tað gevur og teirri ábyrgd, tað krevur. Og vit skulu, eins og øll onnur fræls lond, taka altjóða ábyrgd.

Tað er alt annað enn tilvild, at lond brúka stóra orku og nógvan pening til uttanríkispolitikk. Tað er við uttanríkispolitiskum amboðum, at lond vinna sær handilsavtalur, gera bindandi sáttmálar, gerast limir í altjóða felagsskapum og -nevndum, knýta neyðug sambond og hent vinarbond. Ráddu vit sjálvi fyri borgum, so vóru Føroyar limir í eitt nú Norðurlandaráðnum, Arktiska ráðnum, ST, WHO, FAO - og vit luttóku undir Merkinum í Olympisku leikunum. Ja, vit vóru alla staðni, har vit mettu, tað tænti landi okkara – uttan at spyrja um loyvi fyrst.

Føroyar hava uttanríkisráð og uttanríkisráðharra. Men eitt annað land bæði kann taka og tekur avgerðir okkara vegna uttanríkispolitiskt. Danmark, sum enntá hevur lagt flestu egg síni í stóru ES-kurvina. Tí detta vit javnan, fyri ikki at siga aloftast, millum fleiri stólar. Vit hava avbjóðingar, tá ið vit stríðast fyri at gerast limir í EFTA, og harvið vinna okkum fríhandilssáttmálar við nógv onnur lond. Ella vilja í WTO ella gerast sjálvstøðugir limir í altjóða felagsskapum. Vit passa ikki inn. Eru eitt ógvuliga sjálvstøðugt land, men, sum kortini framvegis ikki hevur fullan ræðisrætt og møguleika at gera av, hvønn vit samstarva við, og hvar vit luttaka.

Lógarfest innistiking 

Uttanríkispolitiska heimildarlógin veingjaskerjir Føroyar enn meira. Hon lógarfestir, hvat ið vit kunnu – og enn verri, hvat vit ikki kunnu. Hon forðar okkum effektivt í at tamba avoldaðu heimastýrislógina - nakað, sum áður hóast alt bar til. Danir høvdu tørv á at fáa lógina samtykta, millum annað tí teir sjálvir fluttu so stórt vald til ES. Og heimastýrisflokkarnir tryggjaðu eina lóg, ið bindir fyri, at Føroyar ikki fáa ov stórt frælsi uttanríkispolitiskt. Tí eitt land við fullum uttanríkispolitiskum frælsi, er eitt sjálvstøðugt land.

Ein høvuðsgrundgeving fyri, at føroyingar framvegis eiga at velja umboð á Fólkating er, at vit mugu vera við til at viðgera og ávirka tey mál, sum hava týdning fyri Føroyar, og beinleiðis ávirka okkum. Tí mugu vit hava eina sterka rødd, sum ikki letur alt um seg ganga, men sakliga og málsøkin arbeiðir fyri at vinna okkum størri rættindi. Tjóðveldi vil flyta bæði uttanríkispolitikkin og alla ábyrgd higar, hon hoyrir heima – til fólkavalda parlamentið í Føroyum.

Føroysku flokkarnir siga seg vera samdar í, ikki at leggja seg útí danskan innanríkispolitikk. Kortini sigur Javnaðarflokkurin, at hann greitt peikar á Mette Frederiksen sum statsministara, og Sambandið og Fólkaflokkurin peika á Lars Løkke Rasmussen. Uttan mun til, hvør av hesum vil geva Føroyum størri frælsi og rásarúm á eitt nú uttanríkispolitiska pallinum.

Fremja okkara rættindi

Politikkur er at vilja, politikkur er at fremja, og týdningarmest fyri at røkka sínum málum er, at brúka tey amboð, møguleikar og vald, tú fært litið upp í hendurnar. Frá fólkinum.

Fyri at fremja søk Føroya, eigur tú at samstarva við allar partar við tí eina endamáli fyri eygað: At røkka teim úrslitum, tú hevur fingið fólksins mandat til.

Tey, sum velja eina fullveldisrødd vita, at tað merkir at taka burtur allar forðingarnar á uttanríkispolitiska økinum og vinna okkum fullan sjálvsavgerðarrætt. Tað merkir eisini at taka ábyrgd altjóða, og at samstarva við danir og onnur lond um Heimsmálini, um veðurlagspolitikk og grøna orkuskiftið, um at basa fátækradømi úti í heimi og so frameftir.

Men, vit møta alt ov nógvum forðingum, tí vit ikki hava endaliga avgerðarrættin á einum fyri eitthvørt land so týdningarmiklum øki – tí uttanríkispolitiska.

Savnist um tjóðskaparrødd!

Tað er heilt avgerandi, at vit hava eina sterka rødd, sum talar Føroya søk á Fólkatingi. Ikki eina reyða rødd, ið uttan treytir stuðlar donskum vinstrablokki. Ikki eina bláa rødd, ið uttan spurningar stuðlar donskum høgrablokki. Og als ikki eina rødd, ið ger alt svart ella hvítt, tí politikkur er ongantíð svart-hvítur.

Tí bjóði eg meg fram til Fólkatingsvalið. Eg vil hvørki vera ein reyð ella blá rødd á Fólkatingi, men ein greið rødd, sum áhaldandi arbeiðir fyri rættindum okkara. Ein hvít-reyð-og-blá rødd.

Bjørt Samuelsen

valevni til Fólkatingið

Tjóðveldi