Hví stilli eg upp

2012-11-07 18:19

Tí eg eri familjumaður við 5 børnum, og eg veit tí, hvat barnafamiljuni tørvar.

 Tí eg haldi, at skúlin útbúgvir Føroyar. Tað er lógarfest, at vit øll skulu ganga 9 ár í fólkaskúlanum. Ti hevur tað alstóran týdning, at vit raðfesta skúlan høgt. Eg taki undir við tí tilmæli, ið arbeiðsbólkurin kom til, sum viðgjørdi framtíðarskúlan í Tórshavnar kommunu.

Tí eg veit, hvat tað merkir at búgva í einum av smáplássunum í kommununi, og at tørvurin av góðari tænastu er eins stórur á bygdunum, sum í Havnini.

Tí at eg veit, hvussu nógv arbeiði liggur í tí frítíðar – og samkomuvirksemi, sum fer fram í kommununi og tað virði, sum er í hesum ólønta arbeiði. Hesi hava tí uppiborið góðar karmar.

Tí at eg haldi, at høvuðstaðurin skal upp raðfesta ferðavinnuna í kommununi. Tørvurin á einum nýggjum og nútímans kampingplássi í kommununi er stórur. Og tørvurin á einum nýggjum og nútímans sjósavni  er stórur. Hetta vildi gjørt okkara høvuðstað dragandi fyri ferðafólk. Bæði  kampingpláss og sjósavn kundu saktans verið úti á bygdunum í kommununi, náttúran er nærri, og buss sambandi er gott.

Fyri teg er valið einfalt

X við Inga á Smið, listi A