Áarvegur 2 - Postsmoga 208
110 Tórshavn

Telefon: 312492
Teldupostur: samband@olivant.fo
Heimasíða: www.samband.fo

Hví skuldi grundupphæddin lækka?

2019-08-30 11:55
Sosial- og almannapolitikur - 

Kann pensiónisturin ikki varðveita síni rættindi?

Hendan samgongan við Javnaðarflokkinum í Almannamálaráðnum gjørdi eitt spariátak, og pensiónisturin stóð fyri tørni. Nú skuldi grundupphæddin lækka.

Hví taka pengar frá pensiónistum?

Landið skal ikki taka grundupphæddina frá okkara pensiónstum, og harvið broyta skattagrundarlagið til tað verra.

Samhaldsfasti verður skattaður bæði við inngjald og útgjald, og er ein pensión, sum verður goldin av sjálvum arbeiðsmarkanaðinum. Meira man hækkar útgjaldið úr samhaldsfasta, størri møguleiki er fyri eyka skatti til løntakarar og arbeiðsgevarar. Í løtuni er gjaldi 3% til hvønn.

Grundupphæddin skal hækka aftur við 580 kr.

Sambandsflokkurin vil hækka grundupphæddina aftur við 580 kr. um mánaðin. Hettar hevur pensiónisturin uppiborið.

Umframt vilja vit virka fyri at pensiónisturin ikki verður mótroknaður í pensiónini fyri at arbeiða.

Hettar er nøkur av mínum hjartamálum, sum eg vil arbeiða fyri, fái eg møguleikan at koma inn aftur á Løgting.

X við Edva Jacobsen

valevni til Løgtingið fyri Sambandsflokkin