Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Hví skal Tórshavnar kommuna eiga so nógvar bygningar í Havn?

2022-07-25 21:41

Fíggjartørvurin í Tórshavnar kommunu verður ovurhonds stórur komandi árini.

Núverandi meirlutið og borgarstjóri, sum annars yvirtóku eina skuldarfría kommunu í 2021, hava boðað frá, at neyðugt verður aftur við lántøku fyri at fíggja tær stóru íløgurnar hjá Tórshavnar kommunu næstu árini.

Er hetta veruliga neyðugt, spyrji eg meg sjálvan?

Tørvurin fyri útbyggingum á heilsu- og eldraøkinum og eisini barnagarðsøkinum verður øllum kunnugt sera stórur komandi árini. Eisini mugu vit síggja í eyguni, at normeringin á hesum vælferðarøkjum má økjast og betrast enn meira næstu árini, fyri at uppraðfesta tørvin frá brúkarum og starvsfólki.

Afturat hesum koma aðrar ovurhonds stórar íløgur, sum antin longu eru í gongd ella eru samtyktar at fara í gongd í kommununi í næstum. Nevnast kunnu t.d. nýggja svimjuhøllin, stórhøllin, innkomuvegurin og ikki minst útstykkingar av lendi til íbúðarbyggingar og vinnustykkjum, sum eg annars havi verið við at stuðla meirlutanum við í hesi býráðssetu.

Mín støða er greið! Tórshavnar kommuna má og skal framhaldandi verða besta kommuna í landinum at búgva í. Tí skulu okkara vælferðartænastur alsamt betrast, umframt at vit skulu kunna bjóða okkara ungdómi og okkara tilflytarum bestu møguleikar at byggja ella leiga sær ein bústað í kommununi til ein rímuligari prís enn í dag.

Heldur enn at upptaka stór lán til framtíðar íløgur hjá Tórshavnar kommunu, sum alment hevur verið frammi, vil eg seta býrðasmeirilutanum hendan spurning:

Er tað veruliga neyðugt at Tórshavnar kommuna skal eiga bygningar á nærum hvørjum gøtuhorni í Havnini? Onkur upplýsti mær herfyri, at Tórshavnar kommuna eigur yvir 150 bygningar í býnum. Vónandi kann hetta váttast ella avsannast av borgarstjóranum.

Her eru nógvir pengar, sum kundu komið inn í kommunukassan, um bert nakrir 10 tals bygningar vóru seldir, til at fíggja framtíðar løgur í t.d. eldraøkið og barnagarðsøkið. Harumframt kundu nakrir av hesum bygningum eisini kunna verið nýttir til framtíðar íbúðir, og vildi hetta tískil verið ein fyrimunur fyri allar partar.

Eg frøddist annars tá okkara borgarstjóri, Heðin Mortensen, herfyri upplýsti, at ætlanir vóru frammi at flyta alla umsitingina í Miðbýðnum i Sjóvinnuhúsið á Vestaru bryggju, og at bygningarnir í Miðbynum skuldu umskipast til eitt nú ibúðir. Ein skilagóð avgerð, sum eg sjálvsagt vil stuðla.

Tiverri tykist borgarstjórin nú at verða bognaður í kongunum, nú alment miðlatrýst er komið á hann og meirlutan, at Tórsgøta skal friðjast. Hvat verður tað næsta, kunnu vit spyrja? Skulu allir kommunalir bygningar friðast?

Eg vil staðiliga mæla til, at Tórshavnar kommuna alment upplýsir okkara borgarum hvørjar bygningar kommunan í dag eigur og hvørjir hava slíkt virksemið, at teir ikki mugu ella kunnu seljast.

Bygningar sum hava mentunarligt virksemið, sum ta í Tórsgøtu, skulu sjálvsagt ikki seljast.

Restin av bygningunum eiga hinvegin eftir mínum tykki ongantíð ov skjótt at verða seldir, fyri at fáa t.d. 100 mió.kr. ella meira til íløgur í nýggj elllisheim og nýggjar barnagarðar.

Kanska tað ikki slepst heilt undan eini framtíðar lántøku í Tòrshavnar kommunu, men vit hava tó ein góðan møguleika at minkað munandi um lántøkuna, um kommunan byrjar at selja burturav sínum nógvu ognum.

Tað vildi verið ein skilagóð avgerð. Øllum okkara borgarum í Tórshavnar kommunu at frama.

Birgir Nielsen
Býráðslimur fyri Fólkaflokkin í Tórshavnar kommunu