Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Hví broyta tað, sum riggar?

2020-05-01 12:23

Tá man hevur nóg nógvar trupulleikar, sum mann ikki sær nakran útveg við, so uppfinna summi menniskju onnur ting at fáast við, fyri at flyta fokus. Soleiðis tykist mær grein hjá Jaspuri Langgaard vera eitt dømi um, har hann ætlar at gera enda á Barsilsgrunninum í tí líki, hann nú er skipaður.

Næsta ár eru 20 ár síðan Barsilsgrunnurin bleiv skipaður á tann hátt, hann nú er skipaður. Tað var aftaná nógv politiskt orðaskifti um, hvussu mann best kundi gera eina góða barsilsskipan.

Tað, sum hevur eyðkent Barsilsskipanina síðan, er, at sjálvt um talið av fólki, sum hevur samband við grunnin, er vaksið sera nógv, so hevur umsitingin av Barsilsgrunninum so at siga staðið í stað. Tað finnast neyvan nógv dømir um slíkt.

Nú untist mær at umsita Barsilsskipanina í 3 ár í Tinganesi, og hevði mann ta fatan, at tey, sum høvdu brúk fyri Barsilsskipanini, vóru væl nøgd við ta tænastu, tey fingu frá umsitingini av Barsilsgrunninum. Mann má minnast til, at Barsilsskipanin er ein skipan, sum veitir lønarendurgjald, altso mista løn í barsilstíðini, og ikki ein almannaveiting.

Sum dømi um tal av brúkarum av Barsilsskipanini kann nevnast, at 2. januar 2005 vóru tað 289 fólk, sum fingu gjald úr grunninum, umframt eitt nokk so fitt tal av arbeiðsgevarum, sum eisini skulu hava samband við grunnin. Teir hoyrist ikki so nógv til.

Hettar tal var í 2018 komið uppá 469 persónar, umframt tríggjar ferðir so nógvar arbeiðsgevarar sum í 2005. Hetta er sjálvandi ein positiv og gleðilig gongd. Hetta er uttan, at raksturin av Barsilsgrunninum er broyttur nevningarvert.

Tað er nógv, ið Jaspur Langgaard kundi trivið í, áðrenn hann kom til Barsilsgrunnin.

Til dømis skal okkara flogfelag við hotelli nú rekast beinleiðis úr landskassanum, meðan onnur hotell úti um landið sita við ongum. So vælsignaður lat tað fáa frið, sum riggar.

Henrik Old