Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Hvat kann gerast fyri at betra um tænastuna á ansingarøkinum?

2021-05-07 20:14

Stabilitetur og tryggleiki er uttan iva tað týdningarmesta, tá tosað verður um trivnað, tað verður seg bæði á dagstovnaøkinum og á serøkinum. Pedagogfelagið hevur fingið nógv pláss í miðlunum, har tey hava ført fram, at ansingarøkið manglar fakligheit, eisini hevur verið víst á, at ansingarøkið hevur tørv á fleiri starvsfólkum.

Tað, sum undrar okkum í Hjálparfólkafelagnum er, at onki verður tosað um, hvat kann gerast fyri at betra um tænastuna innanfyri verandi fíggjarkarmar. Vit í Hjálparfólkafelagnum eru samd í, at ansingarøkið hevur tørv á fleiri starvsfólkum. Tá tað so er sagt, so føla vit eisini, at tað er okkara skylda at tala at, tá vit dagliga eru vitni til tað óskil, sum er á økinum.

Talan er um skeivleikar í starvsfólkabýtinum, bæði tá talan er um hvussu nógvir pedagogar skulu vera í mun til hjálparfólk, og hvussu arbeiðsuppgávurnar skulu deilast millum pedagogar og hjálparfólk. Hetta er beinleiðis størsta orsøk til manglandi stabilitet á økinum.

Tá vit tosa um trivnað, umsorgan og menning, er stabilitetur ein fyritreyt. Pedagogfelagið var sett á stovn fyri at vinna rættindi til pedagogar. Landið og kommunurnar vara av ansingarøkinum, og hava ti ábyrgd av at veita eina so góða tænastu sum møguligt.

Tær avtalur, sum eru galdandi á økinum í dag, eru gjørdar millum Føroya Pedagogfelag øðrumegin og fíggjarmálaráðið og kommunurnar hinumegin. Sáttmálin tryggjar pedagogum øll størvini á økinum, hóast teir bert klára at manna 1/3 av størvunum.

Tað kann virka eitt sindur løgið, at eitt fakfelag, har tveir triðingar av limunum eru hjálparfólk, ikki arbeiðir fyri, at eitt einasta starv á økinum skal vera normerað til hjálparfólk. Men við at lesa lógir felagssins, so sær mann, hvat endamál og virkið felagsins er.

Endamálsorðingin hjá Pedagogfelagnum sigur, at “Felagið virkar fyri, at fólk við pedagogútbúgving verða sett í øll størv, hvørs uppgáva er at menna børn og ungfólk, eins og tilkomin, sum hava tørv fyri pedagogiskari menning.”

Tað vil siga, at høvusendamálið hjá Pedagogfelagnum er at arbeiða fyri, at pedagogar verða settir í øll hjálparfólkastørv. Økið er stórt, so tað sigur seg sjálvt, tá tveir triðingar av størvunum eru normerað til pedagogar, og ein triðingur KANN vera hjálparfólk, at tað má blíva kaotiskt, tá ein stórur partur av hesum størvum alla tíðina sambart sáttmálan á økinum SKULU lýsast leys til pedagogar at søkja, hóast størvini eru mannað.

Tá tað kemur til setanartreytir sigur sáttmálin soleiðis: “Treytin fyri at verða settur í starv er, at viðkomandi hevur lokið námsfrøðiligt prógv, ella samsvarandi prógv, ið er góðkent av Mentamálaráðnum og Føroya Pedagogfelag. Stk. 2. Um eingin pedagogur søkir starvið, kann hjálparfólk verða sett fyribils, til pedagogur søkir starvið. Normerað størv, sum ikki eru sett við pedagogum, skulu lýsast leys minst 6. hvønn mánað. Sambært semju millum sáttmálapartarnar kann undantak gerast, so størvini verða lýst leys við eitt ára millumbili.”

Hendan skeiva normeringin fær tað til at síggja út - sambært sáttmálanum á økinum - sum um at tað mangla einir 1000 - 1500 pedagogar. Hjálparfólkafelagið er av tieirri fatan, at stóri trupulleikin ikki skyldast mangul uppá pedagogar, men er eitt úrslit av manglandi skipan á økinum.

Tað er neyðugt at normera ein part av størvunum til hjálparfólk, soleiðis at býtið av pedagogum og hjálparfólki er í samsvar við arbeiðsuppgávurnar og tey størv, ið eru á økinum. Við at normera ein part av størvunum til hjálparfólk, høvdu leiðarar sloppið undan at lýst mannað størv leys at søkja - størv við væl skikkaðum starvsfólki, sum ynskja at halda á fram í starvinum.

Nú sáttmálasamráðingar eru, hevði tað kanska tað verið uppá pláss, at partarnir fingu rættað henda skeivleika.

Tá so hugsað verður um, at um tveir triðingar av limunum í Pedagogfelagnum eru hjálparfólk, so átti tað at verið ein sjálvfylgja, at Pedagogfelagið arbeiddi fyri at tryggja limum sínum føst størv.

Sámal Hansen
formaður í Hjálparfólkafelagnum