Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Hvat er ein tíðarhóskandi fosturtøkulóg?

2022-07-04 09:40

Tað má vera ein lóg, sum verjir fremsta rættin hjá menniskjum – rættin at liva. Serliga rættin hjá okkara veikastu samfelagsborgarum.

Tað má vera ein lóg, sum er gjørd út frá, at hugt verður at, hvat fer fram, tá ein fosturtøka verður framd.

Er talan um lív? Ja. Missur eitt menniskja lívið, tá fosturtøka verður framd? Ja.

Hvussu verður fosturtøka framd? Tað má eisini upplýsast um hetta, tí tað er eisini ein partur av hendingini.

Hvat er ein virðiligur og sømuligur rættur til fosturtøku, sum onkur nevnir tað? Hvussu ein kann taka lívið av einum barni á ein virðiligan og sømiligan hátt?

Og ja, tað eru heilt vist nógvar truplar støður, sum kvinnur koma í, og tað eru nógvar lagnur, men tað eru eisini nógv børn, sum eru komin væl undan hóast hetta og hesi hava fingið eina rúgvu av eftirkomarum.

Eru føroyingar so illa fyri, ella eru vit so vánalig at hjálpa kvinnunum, sum gerast við barn, at tær skulu velja hendan útvegin? Vit eiga at hyggja at orsøkini til, at kvinnur síggja fosturtøku sum einasta útveg, og hjálpa alt tað, vit kunnu, í mun til hetta.

Harumframt eiga vit at veita teimum hjálp, sum sóu fosturtøku sum einasta útveg, tí tær eru nógvar, sum hava tað trupult av hesum. Kenslurnar verða ikki tiknar burtur, fyri tað um barnið verður tikið.

Hví er tað møguliga gott at vera tætt at heimsmetinum av lágum fosturtøkum, um fosturtøka er í lagi? Í ferðsluni hava vit eina null-hugsjón, har málið er, at eingin skal doyggja í ferðsluni. Hví? Tí menniskju hava virði. Skilji ikki, at nakar kann halda, at 25 til 30 fosturtøkur um árið í Føroyum er eitt lágt tal. Tað er ein heilur skúlaflokkur um árið! Veit um ein, sum fór at leita eftir tí eina seyðinum, sum var blivin burtur, hóast 99 vóru eftir, tí tann eini hevði so stórt virði. Lat okkum eisini síggja virðið í hvørjum einstøkum menniskjalívi.

Mona Nattestad Steintún