Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Hvat bleiv av vetrarfriðingini

2020-10-17 21:14

Hetta er altíð eitt heitt evnið tá ið býráðsval nærkast. Men hvat er tað sum ger at hetta ferð eftir ferð gerst aktuelt? Hví megnar ongin at avgreiða hetta?

Hetta er so, tí at kommunan er komin í ein múr sum eitur Landsverk.

Tíverri er tað soleiðis, at so leingi at hesi viðurskiftir ikki fáast greiðu á, so er ongin vetrarfriðing. Vetrarfriðingin fær onga effekt, um ikki alt arbeiði gerst liðugt. Tí haldi eg tað er óheppið at man er byrjaður uttan at hava tryggja sær hesi umstøður.

Eg eri fyri vetrarfriðing. Vit kunna staðfesta at hóast arbeitt hevur verði við hesum í langa tíð er tað enn óloyst. Tí vil eg vísa á, at byrja út rætta endanum, skula vit hava eina vón fyri at røkka málsetninginum. At bygdin verður vetrarfriða.

Eg veit at eigarar bíða enn eftir at kommunan skal venda aftur til teirra, frá einum fundi millum partarnar. Hetta er yvir 2 ár síðan. Umleið somu tíð, sum kommunan og landsverk endaðu í sak, um hegnið við landsvegin í Líðini. Hetta er greitt tekin um, at Landsverk er fokus økið hjá kommununi, skula vit koma á mál. Eigarar og bóndur eru ikki ómøguligir at samstarva við. Tað sum bóndin krevur er at arbeiði verður gjørt nóg gott, soleiðis at tá tað er vetrarfriðing so er vetrarfriðing. Gòðska kostar og her onki undantak.

Vilja vit vetrarfriða, so skal ein annar hugburður til og má man fyrireika seg til harðan dyst við mynduleikan av landsvegnum.

Bergur Robert Dam Jensen

Valevnið hjá lista C til býráðsvalið í Tórshavnar Býráð