Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Hvar vóru pallarnir?

2021-04-29 11:41


Eins og nú, hevur við jøvnum millumbili verið varpað ljós á støðuna á vælferðarøkjunum og víst á, at okkum fór at tørva starvsfólk.

Eldraøkið í Tórshavnar kommunu er eitt av hesum og er eitt lutfallsliga stórt øki.

Sum forkvinna á økinum síðstu setuna, var eg javnan í miðlunum og varpaði ljós á, at vit politiskt máttu gera tað vit kundu, fyri at fáa starvsfólk til økið. Eg setti spurnartekin við verandi útbúgvingartilboð, eins og ynskti tað betri við aliti til at fáa størstu luttøku.

Eg hevði tá ynskt stuðul, bæði frá frøðingum, borgarstjórum, fakfeløgum, politikarum, eins og fólki yvirhøvur. Og at tað var eitt náttúrligt regluligt samskifti, millum fleiri pallar, tá viðurskifti leika á og rópað verður varskó?

Okkara samfelag er so lítið!

Upplagt hevði verið, beinanvegin, at eftirmett útbúgvingina við atliti til hvussu hon kastar av sær, landafrøðiliga og aldursliga.

Eisini við eini ábending um hvussu nógv fleiri høvdu verið útbúgvin, eisini norðanfjørðs, hesi gott tíggju árini, um útbúgvingin og  staðsetingin hevði verið nærri fjøldini. Tað ber væl til.

Leggjast kann afturat, at tað sjálvsagt er annað, - eitt nú lønarviðurskifti og øðrvísi skipan av eldraøkinum, sum kann betra um støðuna, sum eisini krevur politisk átøk beinanvegin.

Bergun Kass, fyrrverandi forkvinna