Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Hvar leggja vit skjútsið?

2022-08-26 12:27

Í sambandi við almennar útreiðslur og okkara skattakrónur eru vit upptikin av, at mest møguligt verður okkara fólki at gagni

Sum við øllum húsarhaldi, so verða tað íløgur, útreiðslur og fyriskipanir, sum kunnu fara av sporinum, ikki fremja tað góða, krevja dagføringar og so framvegis.

Av og á gera vit almennan roknskap ella vit varpa ljós á, tá vit halda at viðurskifti eru sløsut, ikki gagna, ikki hava verið skipað á rættasta hátt og so framvegis.

--

Men hvar leggja vit skjútsið?

Eru vit rættvís sum fólksins dómarar og fáa viðurskiftini umrøðu í tí mátistokki tey eiga?

Vit kunnu taka dømini um bíleggingarskipanina hjá Smyrli og Talgildu Føroyar, ávíkavíst fýra og eini hundrað-tveyhundrað milliónir, alt íroknað.

Báðar skipanirnar umrøddar um somu tíð.

Vit tosa um ‘milepæle, succeskriterie, kostnað og tíðarhorisontar’ og um at skilja ella ikki skilja framferðarhættir í verkætlanini.

Skilji væl at vit borgarar betri eru førir fyri at meta um tær fýra milliónirnar og eina bíleggingarskipan hjá Smyrli enn Talgildu Føroyar.

Men skal almenna varpið ikki vera øðrvísi og vera til staðar, tá borgarin kemur til kort, ikki megnar millumrokningarnar og ikki hevur innlitið; og í hesum føri varpa meira ljós á størra útreiðslupostin, Talgildu Føroyar?

Eisini sum ‘prospekt, milepæle, succeskriterie, tíðarhorisontar og kostnað’

Fyri eisini at siga eitt sindur um tað konseptið, so havi eg í øðrum almennum høpi spurt um vit hava biðið um hesa kostnaðarmiklu talgilding, og um í hvønn mun hon er virðisskapandi fyri samfelagið.

Okkum kunnugt hevur talgilding avloyst manuellar tænastur og samskifti, uttan at hetta sæst aftur í færri starvsfólki, yvirhøvur.

Tí er sera týdningarmikið hjá okkum at spyrja og fylgja við talgildu uppgávunum, og í hvønn mun tær halda lív í starvsøki og starvsfólki, uttan at tað sæst aftur sum virðisskapandi hjá okkum sum fólk og samfelagi – tíansheldur vit vilja rinda ov nógv fyri hesa eftirgjørdu arbeiðsverð, tá so nógv annað rópar eftir fólki og pengum, serliga innan vælferðarøkið.

Ella trygdin, trygdin hjá mær og tær sum borgara mótvegis myndugleika og skipanum, sum tey Talgildu afturvendandi tosa um, er ein góðkendur veruleiki.

Eg meini so við, - vit kunnu ikki bíleggja tíð hjá frisøri uttan loyniorð.

Og kann skiftið frá manuellum til talgilt hava gjørt okkum øll til smákriminell, soleiðis at vit hava illgruna til hvønn annan í øllum samskifti – og at ein sakleys umbøn um bilsýn má gerast við kotum? Ella hvar eru vit?

Vit kunnu spyrja um kunningartøkni fór í sjálvsving og er til fyri tey, oftari teir, - sum valdu

hesa yrkisleið og dáma og duga tøkni, teldu, data og programmering – og at vit onnur renna aftaná, tí vit ikki gjøgnumskoða labiryntina, ikki heldur at fara upp ímóti tilgongdunum, tí tær eru so djúpt ankraðar í kunningartøkni sum góðkendari arbeiðsverð.

Eg havi eisini áður gjørt vart við ella spurt um í hvønn mun talgilding varð gjørd í samráð við starvsøkini, so hon eisini tók hædd fyri nýhugsanum ella dagføringum í arbeiðsgongdum, ella vit bara hava talgilt til verandi praksis á øllum økjum. Eitt annað evni og síðuspor.

Síðsta vit hoyra er, at tey privatu halda skipanina vera ov kostnaðarmikla og tey ivast í at fara upp í. Hóast prospektið er treytað av teim privatu eisini, og tí felags loyniorðs-einfaldni, sum var málið við verkætlanini.

Nú skulu politikarar meta um hesin treytaði privati parturin skal verða ókeypis. Sjálvsagt er einki ókeypis meira enn so, at tað verða tú og eg, sum aftur skulu rinda.

Ja, eg spyrji – hvussu eru vit sum fólk við atliti til at meta um hvussu okkara skattakrónur verða brúktar og hvussu eru eftirlitstovnar ella miðlar ílatnir og samsýndir til at fylgja við og veruliga viðgera tey viðurskifti, sum kosta mest?

Hvar leggja vit skjútsið?

Bergun Kass