Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Hvar fór estetikkurin í Kommununi?

2020-11-09 12:01

 Við smíli á varrunum eru vit mong býarbørn, sum siga søguna um tá Havnar kirkja, fyri nógvum harrans árum síðan, lá uttanfyri býin. Vit halda tað vera stuttligt at vísa á, hvussu nógv okkara lítla Havnin er voksin, frá at Gongin var høvuðsgøtan, til vit í dag ikki bara eru Havnin, men at lagt er til í eyst og vest, og suður og norð. Hvussu vit eru farin frá at vera ein evarska lítil bygd úti á Reyni, til nú at vera stórsta kommuna í landinum.

 

Tað er tó langt síðan, at Havnarkirkja bleiv flutt útum býin og sett á eina høvd ávegis niðan í fjøllini. Tað er tó ikki líka langt síðan, at Gundadalur var ‘uppi í fjøllunum’ og enn styttri síðan at Løgmannabreyt bara var eitt hugskot á tekniborðinum. Men so fór at ganga skjótt. Havnin fekk merglop og tykist hon at vaksa fyri hvønn einasta dag. Eitt sum tó ikki vaks við, var estetikkurin.

 

Tað er trist at síggja, at býurin, sum áður var so vakur, nú hevur fleiri skamplettar enn ein tálga- og rosinufull blóðpylsa.

 

Blunda og ímynda tær, at tú gongur ein túr í Havnini. Nógva staðni valdar estetiskur friður, har er hugnaligt og eitt samljóð, sum tú merkir. Hetta samljóðið kemur sum oftast av at húsini í gøtuni eru bygd, so tey hóska saman. Tey hava somu linju og vísa - so at siga - virðing fyri hvørjum øðrum.

 

Har er rúm fyri øllum - bæði menniskjum og bygningum. Hesa estetisku friðsæluna kunnu vit finna nógva staðni í býnum. Tveir av mínum yndisblettum eru Tróndargøta og Gundadalsvegurin. Tveir vegir, har ymisk hús og ymisk lív og ymiskar fíggjarligar fortreytir ganga upp í eina hægri eind og skapa friðin í eygunum.

 

Men meðan tú enn blundar, so kanst tú ímynda tær at tú gongur eitt sindur longur og so troðkar eitt skepilsi seg framum øll hini. Onkuntíð er tað eitt potensforleingjandi ynski, sum liggur aftanfyri og aðrar tíðir er tað kanska bara manglandi hugflog og ónøktandi byggiviðtøkur, sum eru orsøk til at linjan verður brotin.  

 

Her hevur Tórshavnar Kommuna eina ábyrgd. Kommunan hevur skyldu at hava estetikkin í huga, at raðfesta estetikkin og at seta krøv tá bygt verður. Vit skulu øll vera í býi okkara og hóast tað er væl skiljandi, at fólk sjálvi vilja avgera, hvussu teirra bygningur sær út, so eigur tað ikki altíð at bera til. Vit mugu leggja á annan bógv og krevja ein alsamt vakrari bý. Ikki ein ljótari bý.

 

Og tað sum næstan tykist verri er, at tað er ikki bara Havnin sum er blivin ljótari, hetta er spakuliga við at spjaða seg út í smærru bygdirnar í kommununi. Hendan estetiska líkasælan hevur fingið ein fastan sess í býráðnum.

 

Eg havi hug at halda, at tað byrjaði at ganga galið, tá býararkitekturin bleiv avtikin, sum ein rødd á Ráðhúsinum. Helst helt man, at tað var rætta loysnin tá, men alt annað er sjónligt í dag.

Eg sakni stoltleikan, eg sakni ynskið um ein vakran bý, ein estetiskan vakran bý, har tingini geva meining. Har tað er harmoni ella javnvág. Har tað er ein undirliggjandi ætlan, sum sjónliga gevur meining og meirvirði so hvørt sum útbygt verður.

 

Og hví hevur tað týdning, at vit aftur fara at tosa um estetik og býararkitektur? Estetikkur og býarestetikkur hevur eina grundleggjandi jaliga ávirkan á okkara trivnað, so har er fyrsta svar.

 

Estetiskur býararkitekturur kann eisini annað enn betra um trivnaðin her og nú. Ein væl skipaður býararkitekturur kann fáa okkum til at hava eina betri atferð, hann kann fáa okkum at fara betur um, hann kann fáa okkum at ferðast betri í ferðsluni, hann kann skipa býin harmoniskari og við tí betrað um trivnaðin runt um í øllum býum og bygdum í kommununi.

 

So til mínar sjálvsettu spurningar svari eg:

 

Skal estetikkurin aftur raðfestast í Kommununi? JA

Skal býararkitekturin (sum funktión) hægri upp og soleiðis sleppa betur til orðana? JA

Skula vit seta størri krøv til býarkitekturin og estikkin í bý, bygd og grannaløgum? JA

Skula vit aftur kunna vera stolt av at vit búgva í einum vøkrum býi ella bygd í Tórshavnar Kommunu? Apsalut JA