Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Hvar er landsstýrið í veðurlagskreppuni?

2022-07-25 07:10

Helvtin av mannaættini er í vandabólki av vatnflóðum, turki, ekstremum ódnum og stóreldum.

Soleiðis segði António Guterres, ST aðalskrivarin, herfyri á fundi við 40 ráðharrum um veðurlagskreppuna.

1700 fólk eru deyð í hitabylgjunum í Spania og Portugal.

Helvtin av Evropa er í vanda fyri turki, og skógareldar valda í Suðurevropa.

Hitin hevur rakt 40 hitastig í London. Tað er met, og sløkkiliðið er ovbyrðað.

Bangladesj er rakt av harðligastu vatnflóð nakrantíð. “Eg havi lívið eftir, alt annað er burtur”, greiður borgari frá. Fleiri milliónir hava mist hús og heim.

Hetta er ikki ein venjing. Hetta er ikki normalt, og tað er ikki tað nýggja normala. Avleiðingarnar av stóru dálkingini av vakstrarhúsgassum gerast bert ógvusligari, um gongdin í útlátinum ikki verður vend.

Men hvar er landsstýrið? Tøgnin er larmandi, og avleiðingarnar av at einki gera eru lemjandi.

Landsstýrið eigur tí at hittast ongantíð ov skjótt og staðfesta, at vit eru í eini veðurlagskreppu.

Oljuleitingar kring Føroyar eiga at steðga alt fyri eitt, og veðurlagsátøk skulu setast í verk umgangandi!

Veðurlagslóg Nú