Eri fyrstilærari í Nólsoyar skúla.

Hvar endaði fólkaskúladeildin?

2013-02-17 16:54

Rembingar, sparingar, ætlanir og broytingar eru í samfelagnum. Men onkur broyting er, ið mær hugar at seta spurnartekin við.

Alt meðan fólkaskúlin hevur nógva umrøðu og er í mongum andgletti, er MMR umskipað, at fólkaskúladeildin ER BURTUR!

Fólkaskúlan hava øll eina meining um - summi við, "svørtum skúla" og 50 ára gomlum royndum - men vit kunnu skjótt semjast um, at fólkaskúlin er rúmið, vit í ávísan mun kunnu mynda komandi ættarliðið, eisini til frama.

Skúlaleiðslur og lærarar hava havt fólkaskúladeildina at venda sær til við ymsum fyrispurningum. Ofta hevur verið víst á, at fólkaskúladeildin var undirmannað, og at alt ov nógvir bóltar vórðu í luftini í senn. Men tey, ið mannaðu fólkaskúladeildina, høvdu eina ávísa vitan um fólkaskúlan.

Hvat ætlar MMR við fólkaskúlanum? Hvønn bata kunnu vit, ið starvast innan fólkaskúlaøkið, hóma í hesi broyting? At strika heitið og leggja ein part undir "Politikkdeild" er eingin frágreiðing! Eru vit eisini í "Stýrisdeild" og "Vitanardeild"? ...og um so er, nær eru vit hvar?

Mentamálaráðið fevnir - tíbetur - um allar lærarar og næmingar í fólkaskúlanum. Lat tað verða sligið fast, at hetta økið eigur ONGANTÍÐ at gerast kommunalt!

Men Mentamálaráðið skal eisini hava vitan at bera fólkaskúlan fram, menna og seta krøv til lærarar og næmingar. MMR skal skipa útbúgvingar og eftirútbúgvingar og alt hetta við bestu ynskjum um bestu møguleikar frameftir.

Tey, ið varða av fólkaskúlanum, mugu hava innlit í gerandisdagin í fólkaskúlanum. Tað er trupult hjá fólki, ið hava verið burtur úr skúladegnum í meira enn 5-10 ár, at vita, hvussu skúlin sær út í dag.

Vit eru í eini øgiligari menning innan kt-økið. Samvirknu talvurnar hanga á mongum skúlabrósti, og nú fáa nógvir næmingar eisini teldlar í fangið. Hvør er hugsanin um alt hetta nýggja? Hvørjar tankar og hvørji fyrilit hava starvsfólkini á MMR gjørt sær, at talan ikki bert er um pening at fjálga veitarar, men at vit fyrst og fremst fjálga um undirvísingina? Hvussu tryggja vit okkum føroyskt skúlatilfar - og fjølga um føroyska málið? Hvar er útbúgvingin og eftirútbúgvingin til kt-vørðar?

Broytingarnar sýnast mær at vera í so lítið gjøgnumskoðar. MEN! Kanska politikkarar og ráðharrar seta alment fram orðini, ið tryggja okkum góðan og mennandi fólkaskúla. KANSKA!