Hvalbiartunnilin undirskrivaður

2019-03-14 11:18

Tað var stór gleði millum javnaðartinglimirnar, tá Hvalbiartunnilin loksins varð undirskrivaður í morgun. Bjarni Hammer og Heðin Mortensen, landsstýrismaður, vóru til staðar fyri Javnaðarflokkin, tá avtalan varð undirskrivað. Teir vóru sera fegnir um, at Hvalbiartunnilin, sum fer at lætta munandi um hjá hvalbingum og øðrum, sum vitja og virka í bygdini, nú loksins er í eygsjón.

Javnaðarflokkurin hevur átt landsstýrissessin alt samgonguskeiðið, og bæði núverandi og undanfarni landsstýrismaður hava hildið fast við, at Hvalbiartunnilin má gerast sum skjótast.

- Hetta var eitt av tí týdningarmesta, sum eg fór til val uppá, og tí eri eg ótrúliga glaður fyri, at tað í morgun er skrivað undir, so arbeiðið kann byrja sum skjótast, sigur Bjarni Hammer, løgtingslimur fyri Javnaðarflokkin.

Avgerð er tikin um at halda fast í tilmældu linjuføringini, ið kommunurnar og Landsverk leingi hava arbeitt við. Onkrar tillagingar verða møguliga gjørdar, soleiðis at hædd verður tikin fyri teimum viðmerkingum um veður og vind, sum staðkend eru komin við, sigur Landsverk.

Farið verður undir at fyrireika arbeiðið við Hvalbiartunlinum beinanvegin, so at byrjast kann at bora um fáar mánaðir. Gongur arbeiðið sum ætlað, verður koyrandi gjøgnum nýggja Hvalbiartunnilin fyrst í 2022.