Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Hvalbiartunnilin: Tveir tunnilsmunnar og hvat so?

2021-04-16 14:14

Ferð eftir ferð síggja vit, at stórar og neyðugar íløgur verðar gjørdar í tunlar, men kringumstøðurnar eru gloymdar. Politiska skipanin samtykkir hálvar verkætlanir og so kemur restin sum hon kemur, um hon kemur. Harafturat tekur Landsverk eisini púra óskiljandi støður viðvíkjandi trygdini.

Eg havi fleiri ferðir fyrr gjørt vart við øll svingini, ið eru inn gjøgnum dalin í Nesi. Tey eru so nógv at ongin diviatións-tabell hevði verði góðtikin við teimum í. At tað síðani skuldi vísa seg at verða tann minsti trupulleikin er mær ein gáta.

Vegirnir til tunnilin eru alt annað enn nøktandi. Tvøroyrar megin hevur man hálvan annan veg frá viðarlundini og út til elverkið. Hettar ger trygdina munandi verri enn hvat gott er. Kostnaðarmetingar siga, at hettar strekki kostar áleið 12 milliónir at gera. Tað er ein gáta, at mann ikki hugsar heilar verkætlanir heldur enn hálvar. Vegastrekkið hevur verði uppi og vent í Tinginum nakrar ferðir og verður tað eftir ætlan gjørt í komandi árið.

Hvalbiar megin er støðan enn verri. Tá ein er komin skinklandi av krókuta vegnum í dalinum, kemur ein til eitt breitt rulluportur, ið smalkar við endan, har enntá tvey skelti eru sett á rulluportrið. Síðan koyrir tú eftir 150 metrum av smølum vegi, áðrenn hann aftur breiðkar til fulla breidd. Hvør í Guðs garði er komin við tí hugskotinum, tori eg ikki at ímynda mær. Hettar er ein rein deyðsfella og má gerast skjótast gjørligt. Helst í gjár!

Eg havi ferð eftir ferð spurt um hetta smala strekki og havi fingið at vita, at tað verður mann helst at klára innan fyri játtanina, men so var ikki. Tað bera “deyðsskeltini” á rulluportrinum boð um. Man skuldi trúð at søgan endaði her, men tíverri er tann syrgiligasti parturin av øllum eftir enn.

Tá fólk koma úr Nesi skulu tey út á tunnilsvegin, fyri síðani at draga antin suðureftir ella heimeftir. Har er eitt stórt økið, man av einari ella aðrari óskiljandi orsøk, hevur man valt at gera hetta T-svingi so smalt við kantsteinum, at ein má heilt út í mótsetta síðu fyri at draga heim eftir.

Eg farið inniliga at heita á Landsverk og landsstýrismannin í samferðslumálum um at fáa trygdina á nýggja tunnilsvegnum í Hvalba upp á pláss sum skjótast.

Jóhan Eli Poulsen
Løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin