Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Hvalastøðin við Áir

2019-08-10 16:22

Fríggjadagin 5. juli 2019 skipaðu Tjóðsavnið og Sunda kommuna í felag fyri almennari m ó ttøku á Hvalastøðini við Áir í sambandi við, at hvalastøðin lat upp sum savn. Síðan 2011 hevur verið arbeitt vi ð at rudda, beina burtur og savna saman amboð og ú tger ð á støðini at varðveita framyvir. Arbeiðið at restaurera hvalastøðina er ikki liðugt enn, men longu nú kann savnið bjóð a ein ó gvuliga hugtakandi rundtúr í upprunaligu húsunum, ið standa uppi enn.

Bæði søguliga og náttúru søguliga er støðin ein hugvekjandi fongur fyri bæði Sundalagið, har tríggjar hvalastøðir vóru, og eisini fyri allar Føroyar.

Hvalastøðin við Áir umboð ar ein sera týdningarmiklan part í føroyskari vinnusøgu. Hon er eitt dømi um verksmiðjuumhvørvi á landi frá tíð ini, tá ið fø royska samfelagið t ók síni fyrstu stig inn í ídnaðarøldina. Hvalastøðirnar høvdu eisini st óran týdning fyri livilíkindini í Føroyum í hesi tíð ini, tá ið f ólkatalið vaks nógv og meira skuldi til hjá hvørjum einstøkum fyri at lívbjarga sær.

Erland Viberg Joensen, savnsvørð ur á Tjóðsavninum og Heðin Zachariasen, borgarstj óri í Sunda kommunu, heittu í røðum sínum á landsins politikarar, um framhaldandi at játta pening til verkætlanina, og tað er eftir mínum tykki ó gvuliga týdningarmikið, at peningur verð ur játtað ur, so varðveitingararbeiðið kann gerast liðugt. Hetta kann gerast fyri 2 mi ó. kr ónur um árið næstu 3-4 árini. Hartil eigur peningur eisini at vera settur av til at byggja eina st óra framsýningarhøll, har m.a. beinagrindin av avgustinum, ið brast, kann vera víst fram.

Eitt alternativ hjá ferðavinnuni at vísa á
Hvalastøðin við Áir er serstøk. Hon er tann einasta, sum er eftir av teimum tilsamans 7 føroysku hvalastøðum, sum vórðu settar á stovn báðumegin 1900. Hvalastøðin við Áir byrjaði í 1905, og er tann einasta av norskum uppruna, sum enn stendur uppi norðanfyri ekvator.

Hvalastøðin við Áir er eisini serstøk, tí bara tríggjar hvalastøðir eru eftir av teimum til samans 214 hvalastøðum, sum norðmenn reistu fram við strondunum í øllum heimshøvunum. Hinar báðar eru sunnanfyri ekvator, ein er eftir í Albany í Australia, og ein er á South Georgia í Suðuríshavnum.

Savnið, sum nú er við Áir, er sostatt eitt savn, sum lýsir hvalaveiðuna sum eina vinnu, ið hevur havt alheims týdning. Savnið hevur tí søguligan týdning, ikki bara fyri føroyingar, men fyri f ólk úr øllum heiminum, tí eigur feravinnan at vísa á Hvalastøðina við Áir sum eitt alternativ at vitja. Helst er hetta segmentið av ferðaf ólki eitt annað enn tey, sum vilja uppliva náttúruna.