Humanisman má finnast aftur.

2016-07-25 15:04

 Greinin varð upprunaliga útgivin í Dimmalætting tann 1.juli 2016

Humanistadagur var tann 21. Juni og ætlandi skuldi hetta lesarabræv verða útgivin sama dag, tó varð ikki tíð til tað. Á humanistadegnum verður høvið brúkt, til at varpa ljós á humanismu sum lívsáskoðan, og er tað mítt endamál við hesum lesarabrævi.

Humanisma hevur uttan iva verið leingi í Føroyum. Annaðhvørt einstaklingar hava umboðað áskoðanina ella ymiskir felagsskapir hava umboðað somu virðir, meðan samlaði pakkin, um ein kann siga so, hevur ikki verið til staðar. Tó er tað nú, helst meir enn áður, at okur mugu leita fram tey humanistisku virðini, sum manslæti, kurteisi, umhugsan, skynsemi og samhug.

 Nú á døgum kann ein vera hildin fyri gjøldur fyri sína humanistisku lívsáskoðan ella, í ringasta føri, háðaður við at verða samanborin við bølmenni.

 

Humanisma er hvat?

Í tí elstu fatanini sæst tann mest einfalda frágreiðingin aftur. Nicholas Mann skrivar, í síni bók The Origins of Humanism, um rómverska rithøvindin Aulus Gellius, at meðan Gellius livdi brúkti hann orðið humanitas, sum samheiti við blíðskap, vælgerð, miskunn og mannatokki. Gellius varð ofta tilvístur av humanistum í Endurburðartíðini (Renaissansa), men heitið hevur fleiri týðingar, har onnur hava ávíst heldur kenda Rómverska politikaran Marcus Tullius Cicero, ið gevur heitinum humanitas ein grundleggjandi tvítýdning. Har eitt ávísur vælvild og annað eina akademiska tilvísing, sum okur annaðhvørt skilja sum humanismu og hugvísindi.

Sprota úr Endurburðartíðini kemur Upplýsingstíðin og um tað mundið verður humanisma gjørd til eina heimspekingaliga og etiska áskoðan, ið setur menniskja sum miðstøðið. Fortreytirnar fyri tær humanistisku tilgongdir verða samstundis, í tí høpi, uttan atlit til nakrar yvirnáttúrligu fortreytir. Einamest tí at tíðarandin innan heimspeki flytir seg frá guðfrøði og kirkjuligum stovnum. (Mann, 1996, pp.1-2).

 

Aftur til upphavið

Felag fyri bæði Endurburðar- og Upplýsingstíðina er, at heimspeki og hugsanin um humanismu, tekur sína læru úr fornaldarheimspeki úr gamla Grikkalandi og Rómverjaríkinum - eisini miðaldar islam og krisnum heimspeki - millum annað. Leita varð eisini aftur til forsokratiska heimspeki við tilvísingum til eina humanistiska tilgongd, og har í kunnu nevnast Anaxogoras, Democritus og Protagoras. Fjølbroyttur sum hesir hava verið, so hava teir havt eina áherslu til skynsemi og empirismu sum felagseyðkenni. (Barnes, 2001, pp. 10-14).

Læran eftir Sokrates, Platon og Aristoteles, ávísa á ymsan hátt humanistiskar tilgongdir; tað at seta menniskjað, sum miðdepil fyri umhugsan og at skoðað eginleikar hjá menniskjum, við tilgongdum til skynsemi, dygdaretikki og empirismu.

Aristoteles lýsir, í sínum heimspeki, heitið eudaimonia, ið merkir vælferð og eydna ella gleði. Eu merkir gott og daimon merkir andi, so heilt bókstaviliga týtt verður tað til góður andi. Men hesin góði andin inniber ítøkiliga, menniskjasligur trivnaður, ið fæst ígjøgnum at liva gott við atlit til dygdir og virðir, og skynsemi (Nicomachean Ethics, 1095a-22 og 1097a-20) Eudaimonia verður ofta brúkt av humanistum, sum ein hugsjónarligur og ítøkiligur lærusettningur at stremba eftir. Eudaimonia finst eisini í øðrum heimspeki, sum til dømis, hjá Sokrates, Platon, Epikur og í Stoisismu, har sama hugtakið verður brúkt, sum nakað ítøkiliga gott.

Humanisma í dag heldur fast í sínum røtum, við áherslu til umhugsan og skynsemi, so at dogmatisma ikki grør. Ein samandráttur av tí, sum higartil er sagt, kunnu okur ásanna, at humanisma inniber nøkur ítøkilig ting í sínum heiti og tey undirheiti, sum tilhoyra tí.

 

Verðsliga og andaliga

Humanisma verður jú mett, at vera rationalistiska mótsvarið til átrúnað og tað andaliga.

Antin verður humanisma ávíst, sum ein ikki-andalig lívsáskoðan ella ímóti-andalig lívsáskoðan av ymsum. Tó vildi jeg mett hesar ásetingar ikki eru heilt rættar, tí humanisma er ikki ein trúarspuringur og eggjar ikki til trúarspurningar. Harafturímóti, so er tað upp til hvønn einstaka persón at taka støðu til hesar spurningar

Humanisma setur menniskja sum miðdepil, og at hetta er ikki ein trúarspurningur. Tað eru í dag nógvir humanistar, sum somuleiðis kunnu vera kristin, jødar, muslimar og annað. Fólk, sum hava funnið felagsvirðir og dygdir í eini lívsáskoðan, tó at tey trúgva. at tað andaliga er veruligt, í mun til at aðrir humanistar ikki trúgva tí.

Í An Atheist Responds greinini hjá Christopher Hitchens sála, skrivar hann soleiðis; “Nevn mær eina etiska frágreiðing ella eina góðgerð framda av einum trúgvandi, sum ikki kundi verið gjørd ella framd av einum ikki-trúgvandi” (Hitchens, 2007).

Hitchens bjóðar av, men samstundis tilvísur okkum, at trúarspurningar gera neyvan eina etiska tilgongd, ella lívsáskoðan betri - og í hesum føri-  neyvan nakrað aðra tilgongd betri heldur. Í botn og grund, at kunna skyna etiskar meginreglar ella moral er ikki treytað av einum trúarspurningi!

 

Humanistarnir…

Misskiljingar gerast galdandi viðvíkjandi humanismu, tí í Føroyum berur heitið humanisma neiligar merkingar. Hetta sást týðiliga í orðaskiftinum um broyting av hjúnabandslógini og um flóttar. Humanisman fekk heiðurin fyri eitthvørt ódámligt!

Hetta rennur frá følsku tvístøðuni at alt ikki andaligt, er ikki gott, og í Føroyum má tvístøðan alsamt lýsast! Tað tykist næstan alneyðugt hjá nøkrum at skulu hava ein fígginda og nú, tá ið tann grábeinti er týdningarleysur, so mugu aðrar grýlur finnast! Gleðiliga kann tó sigast, at tey hóvligu, ið settu sakligar forteytir og próvgrundir fram í hvassa orðaskiftinum hoyrdist eisini og nógv teirra umboðaðu kristindóm, og vísti villuna aftur.

Í tí heilt víðgongda endanum á kjakinum, har humanisma verður samanborið við atferð Stalins, Mao og aðrir einaræðisharrar, er ketan er bæði slitnað og rustað í hesu próvførslu! Ja! Ársins humanistar Stalin og Mao! Um Humanisma inniber manslæti, vælvild, samhug, á hvønn hátt kunnu Stalin og Mao verða humanistar, tá ið teir hava gingið tey virði og tær dygdir beinleiðis ímótið? Um manslæti, vælvild, samhug og skynsemi skulu eggjað til moralska vanvirðing, so eri jeg rættiliga vísur í, at tey, ið siga so um humanismu, hvørki skilja týdningin í orðunum ella heitini yvirhøvur.

 

Týdning humanismunnar!

Tað neyðugt at finna humanismuna fram aftur og brúka tað, sum humanisman ávísur. Samfelagið kloyvist ymsastaðni og tað vildi jeg sagt, er har fólk ganga ytst ímótið teimum víðgongdu sjónarmiðini, meðan miðjan onkursvegna stirðnar í sjálvsnøgdsemi! Syrgiliga, so eiga tey víðgongdu orðaskiftið og miðjan má lagað seg eftir teirra dagsskrá.

Ótespiligu orðingar, ódámlig sjónarmið og vandamiklar ásetingar hava eyðkent málburðin. Høvdu okur verið humanistisk, sum Gellius á sinnið skilti tað, høvdu okur neyvan bólkað flóttar, sum yvirgangsfólk, og neyvan nokta samkyndum javnrætt! Humanisma hevði ikki givið tær lyndi til, at sagt flóttar eru muslimsk yvirgangsfólk ella at samkynd pør eru minnið verd enn hinskynd pør. Nei, her eru aðrar fortreytir galdandi, og eggjað tílíkan atburð.

Tískil er tað alsamt neyðugt at okur endurfinna humanismuna! Har virðir, sum manslæti, tolsemi, rættvísi, og skynsemi eru okkra tól og leiðreglar í kjaki og verumáta. Í eini tíð, har samskitfti og broytingar ganga nógv skjótari enn øldir frammanundan og atgongd til vitan er lættari og fleirfaldað, ja tá gert tað trupult at finna tíð til at skapa sær eginleikar, sum hartil eisini skapa góðsku. Somuleiðis trupult at halda fast í moralin, etikk og rættvísi, tá ið títtleikin í okkra samskifti heldur eggjar okkum til at verða bráhugsin! Humanisma kann hjálpa okkum um okur taka tað til okkum!

 

 

Keldur:

Aristoteles, (Terence Irwin), Nicomachean Ethics, (1999), Indianapolis, Hacket Publishing Ltd.

 

Hitchens, Christopher, An Atheist Responds (2007), The Washington Post, >www.washingtonpost.com<. (http://www.washingtonpost.com/wp-dyn/content/article/2007/07/13/AR2007071301461.html)

 

Barnes, Jonathan, Early Greek Philosophy (2001), London, Penguin Books Ltd.

 

Mann, Nicholas, The Origins of Humanism (1996), Cambridge, Cambridge University Press.

 

Við humanistakvøðum

Jens Arni Leo Hammerfoss,

BA í Heimspeki og søgufrøði.