Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Hugsa um heildina - heilsa og búskapur hanga saman

2020-03-26 22:37

Korona hevur lagt vesturheimin í respirator. Alt er niðri. Stjórnirnar samtykkja bjargingarpakkar í hópatali.

Vit tosa um hundraðtals milliardir kr., ið verða sprændar inn í búskapirnar.

Og tað er ikki uttan orsøk.

Vinnulívið er steðgað upp. Handlar stongdir. Lond lukkað niður.

Korona er vandamikið fyri ávísar aldurs- og samfelagsbólkar. Tí er tað umráðandi, at vit framhaldandi fylgja tilmælunum um reinføri og fjarstøðu.

Men vit mugu ikki forsøma aðrar bólkar í samfelagnum, m.a. vinnulívið.

Fleiri familjur byggja tilveruna á tað, vinnulívið kastar av sær. Tað verður seg í tænastu-, handils-, ferða-, vælveru-, hárfríðkanar- og matstovuvinnuni v.m.

Hesar vinnur eru kroystar. Ekstremt. Í nøkrum førum snýr tað seg um lív ella deyða. Hjá fyritøkuni.

Hetta skulu politikarar hava í huga. Líka so vandamikið sum virusið er fyri nakrar bólkar, líka so hættisligar eru politisku avgerðirnar fyri aðrar bólkar.

Tað er valla at taka munnin ov fullan, tá sagt verður, at ein vanlig fyritøka ávirkar út við 20 persónar. Bæði fíggjarliga og sosialt. Fer hon á heysin, fær tað ikki einans avleiðingar fyri eigaran, men familjuna, starvsfólkini, viðskiftafólkini, nærumhvørvið v.m. Arbeiðsloysið kann harafturat hava neilig árin á sálarheilsuna, t.d. økta rúsdrekkanýtslu og tunglyndið v.m.

Hetta ávirkar landskassan. Bæði stutt- og langsiktað.

Verður steðgurin ov drúgvur kemur minni í landskassan (skattur, partafelagsskattur, MVG). Við øðrum orðum: í framtíðini fara pengar at mangla til vælferð og viðgerðir av ymiskum slagi.

Tað er kaldi veruleikin.

Hvussu nógvar pengar, talan er um, veit eingin. Kanska Búskaparráðið kemur við meting?

Tað finst eingin lætt loysn. Eingin heilivágur ella gandadrykkur.

Fakkunnleikin er ymiskur á máli. Tað hava vit sæð við londunum rundan um okkum.

Føroyski myndugleikin hevur valt eina kós. Tikið eina avgerð. Allar kreftir eru settar inn fyri at steðga spjaðingini. Vit hava tikið tilmælini til eftirtektar, men myndugleikin má hugsa um heildina.

Smittan ávirkar ávísar samfelagsbólkar, samstundis sum átøkini hava fatalar avleiðingar fyri aðrar, t.d. familjur, vinnur og vinnulívsfólk.

Vit kunnu koma í ta margháttligu støðu, at vit megnaðu at steðga smittuni, men vit mistu stóran part av vinnuni.

Vónandi koma fleiri sjónarmið/serfrøðingar fram á torg.

Hanus Samró

*Læt ongan iva vera. Eg havi allarstørstu virðing fyri starvsfólkini, ið arbeiða í heilsu- og sjúkrahúsverkinum.