Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Hugnalig løta við Toftavatn

2022-06-23 14:04

Á ársins longsta degi skipaðu grannakommunurnar fyri afturvendandi tiltakinum “Summarkvøld við Toftavatn”.

Steintór Rasmussen, Pætur við Keldu og Jóannes S. Hansen stóðu fyri sangi og tónleiki, meðan Torleif Johannesen, sjómanstrúboðari, helt røðu

Torleif Johannesen segði:

Góðu áhoyrarar!

Eg takki fyri heiðurin, mær er sýndur at siga nøkur orð hesa løtu við Toftavatn.

Hetta er eitt gott tiltakið og eitt frálíkt høvi at koma út í Guds fríðu náttúru, har vit kunnu hoyra egið hjartaslag og egnan andadrátt, saman við fuglaljóði, áartutli, dunnugvaggan, jarman frá seyði, práti og hugnað frá fólki, saman við mongum øðrum lívgevandi ljóði.

Latum okkum tí taka oyrnapropparnar út, seta fartelefonirnar á ljóðleyst, ella leggja tær eftir við hús, so vit kunnu hoyra og síggja okkum sjálvi, tey vit ferðast saman við og møta, hoyra umhvørvið – ja, hoyra lívið í tess ovurstóra fjølbroytni og ríkidømi.

Økið við Toftavatn er vakurt og hugtakandi í øllum førum fyri okkum, sum á ein ella annan hátt eru knýtt at økinum og hava góðar og jaligar upplivingar hiðani. Toftavatn, fjórðstørsta vatnið í Føroyum við sínum hálva ferkilometri, hevur, síðani fólk vitjaðu tað av fyrstan tíð, verið ein upplivingardepil.

Upplivingardepil, er óivað eitt nýtt orð, men upplivingar í vøkrum, mennandi og hugnaligum umhvørvi, er ein gomul sannroynd – sum føroyingar eisini hava notið gott av gjøgnum tíðirnar.

Toftavatn var óivað ein upplivingardepil og sonn náttúruperla, langt áðrenn fólk byrjaðu at tosa við hesum nøvnum um ávís støð. Vatnið og umhvørvið rundan um lá bara her og hevði sína jaligu atdráttarmegi, sum altíð var eina vitjan verd.

Soleiðis var tað eisini langt áðrenn vit byrjaðu at selja landið sum ferðamannaland, langt áðrenn kunningarstovur og “Visit” Føroyar, sóu dagsins ljós, og langt áðrenn ferðamálini skuldu kannast á alnótini, áðrenn fráferð.

Hevði Toftavatn kunnað sagt frá teimum orðum, her eru søgd og teimum upplivingum, fólk hava havt her, ja, so hevði røðan verið long, áhugaverd, spennandi, hugtakandi og sorgblíð.

-Tá høvdu vit hoyrt um børn og vaksin, sum hugnaðu sær fram við vatninum, á vatninum og í vatninum í tímar. Ja, tey vistu ikki rættiliga, hvussu tímarnir fóru, og gleddust um tann vælsmakkandi matpakkan, sum smakkaði betri í nátúruni enn heima.
-Tá høvdu vit hoyrt um hugnaligar og mennandi útferðir hjá skúlaflokkum, familjum, grannaløgum, ferðaløgum og øðrum.
-Tá høvdu vit hoyrt um fólkafundir, Blákrossfundir, sunnudagsskúlaútferðir, útimøti og aðrar fundir.
-Tá høvdu vit hoyrt vinarlig orð frá ungum og eldri, sum á kærleiksútferð vitjaðu vatnið, og kanska fyrstu ferð leiddust, mussaðust og tóku um hvønn annan.
-Tá høvdu vit hoyrt frá sorgarbundnum menniskjum, sum fingu lætt um sorgina við at siga hana fyri einum vini ella kenningi, tey gingu ein túr saman við.
-Tá høvdu vit hoyrt góð og stimbrandi tíðindi, ið fók søgdu við ein annan. Tí gleðilig tíðindi gleða lurtaran.

-Kent er óivað danska orðtakið: “Delt sorg er halv sorg og delt glede er dobbelt glæde.”
Her hevur Toftavatn óivað verið ein góður ‘psykologur’, sum hevur dugað væl at lurtað – og samstundis havt tagnarskyldu.
😊

Ja, hevði Toftavatn kunnað sagt frá upplivingum, so høvdu vit hoyrt um:

-Sílafiskarar, sum fegnir stóðu við tráðu og fingu síl og smakkaðu jaligu upplivingina.

-Sílafiskarar, sum einki síl fingu, men kortini fingu eina góða ferð í Guds vøkru náttúru og fingu rørt skrokið.

-Tá høvdu vit hoyrt um frálíkar løtur, tá børn og vaksin hugnaðu sær við báti ella flakum, har alt gekk væl og jaliga, og kveikjandi upplivingin stóð rist í minnið.

-Tá høvdu vit eisini hoyrt um sorgartilburðir, og serliga stóra sorgardagin, 31. august 1964, tá tríggir dreingir druknaðu á vatninum. Tá vendist vatnið brádliga frá at vera eitt hugnaligt “gleðisvatn” til eitt ræðandi “sorgarvatn”.

Tá høvdu vit hoyrt um gongu- og rennitúrar, har ung og eldri fingu gleði og likamsvenjing, við einum túri um innara vatnið

Toftavatner tó ikki vatnið, eg og aðrir nesdreingir á mínum aldri eru vaksnir upp við. Tá eru tað heldur Starvatn, Kornvatn, “Tjørnuháls”, Vøruvatn og Nesvatn, ið lógu nærri við.

Og tó, so minnist eg fleiri góðar løtur saman við vinum aftaná skúlatíð, har vitjað og spælt var á Bøllunesi, á Sandinum mikla og aðrastaðni. Minuttir og tímar runnu avstað, tá spenningurin at fanga maðkapirrur og síl vóru fremst í huganum.

Jú, mangt kundi verið at hugleitt um við Toftavatn.

Lat meg enda við eini hending frá barnaárunum.

Eitt tað fyrsta minnið, eg havi frá innari hálvu av kommununi, er ein gongutúrur Eystan úr Líð á Nesi og inn í Heiðarnar, sum nú kallast Runavík. Hetta var óivað, áðrenn eg fór í skúla, og hevur tí verið miðskeiðis í 1960-unum.

Mamma skuldi inn í Heiðarnar eitthvørt ørindi. Pápi var óivað til sjós og systirin var ikki fødd. Bilur var eingin í húsinum, og taxa leigaði mamma ikki, og tí máttu vit tríggir beiggjarnir, saman við mammu, ganga heilt inn í Heiðarnar. Tað var ein túrur um fimm kilometrar hvønnvegin, um ikki onkur koyrdi okkum útaftur.

Tá vit vóru komin inn í Rók, verða vit bjóðaði inn til Jenny Kirke til ein drekkamunn. Mamma og Jenny vóru javngamlar og kendust væl. Vit dreingir hava óivað fegnast um steðgin og hvílt beinini. Men tað, eg minnist best, eru heitu pannukøkurnar, Jenny borðreiddi við.

Gestablídni og pannukøkurnar styttu nógv um túrin og settu hann í eitt jaligt ljós og minni. Gestablídni kann geva arbeiði, men gevur samstundis samband, vinarlag og signing. Tí er tað við góðari grund, at Bíblian minnir á gestablídni. Harvið kunnu vit fáa vitjan av einglum. Kanska Jenny hevði einglavitjan tann dagin😊

Hví nevna hetta?

Tí Nes- og Runavíkar kommunur hava stóran fólkavøkstur í hesum tíðum. Tað er gott og spennandi, men hevur samstundis sínar tímuligu avbjóðingar, so sum grundstykki, vøggustovu og barnagarðs- og skúlapláss, arbeiðspláss og annað.

Humanar og andaligar avbjóðingar eru eisini knýttar av fólkavøkstri; tí hava vit hjartarúm, húsarúm, ítróttarrúm, kirkju- og samkomurúm fyri tilflytarunum?

Ynskja og arbeiða vit fyri, at tey kenna seg vælkomin, kenna seg sædd, vird og fevnd – eins og hinir íbúgvarnir í komununum?

Taka vit okkum tíð og orku til at bjóða teimum inn – ístaðin fyri út, til prát og t.d. ein drekkamunn – kanska við pannukøkum afturvið?

Minst til: 
-Tey, sum fevna onnur – vera sjálvi fevnd.
-Tey, sum ríka onnur – gerast sjálvi rík.
-Tey, sum hita onnur – gerast sjálvi heit.
-Tey, sum gleða onnur – gerast sjálvi glað.
-Tey, sum geva, skulu fáa, sigur Bíblian.

Her við Toftavatn, á ársins longsta degi, ynski, vóni og biði eg um, at vit og alt Føroya fólk síggja, virða, takka og undrast yvir Guds mongu gávur, so sum lívið, heilsu, familju, heim, mat, klæðir, skúlar, arbeiðspláss, sjúkrahús, eitt trygt og skipað samfelag, har hús, bilar, bátar fáa frið og ofta standa ólæst, og børn spæla óttaleys millum húsa.

Eg havi hoyrt fleiri útlendingar sagt, at Føroyar er eitt “paradís”. Passar tað? Síggja vit tað? Takka vit fyri tað?

Jú, gávurnar eru nógvar, stórar og fjølbroyttar, og ábyrgdin tilsvarandi. Ábyrgdin til at hjálpa teimum ið fingu minni ella einki av øllum hesum vit fingu.

Máttu vit tí átt evni, hjartalag og mátt at umsitið gávurnar rætt. Vit kunnu ikki krevja at fáa tær. Gloymið tí ikki tøkkina til Guds og menniskju – tí so hvørvur gleðin, nøgdsemið, hjálpsemið og undranin.

Tøkkin og gleðin eru tvíburar – sum ikki kunnu skiljast – uttan báðar doyggja.

Takk fyri, og gott summar!!