Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Høgni Hoydal man hava fingið riddarakrossin skeivt í hálsin

2021-09-08 14:03

Tað tykist sum um, at Tjóðveldisformaðurin sjálvur byrjar at innsíggja, at Ríkisfelagsskapurin kann mennast soleiðis, at Føroyar fáa meira rásarúm í uttanríkis- og verjumálum. Men hetta hóvar sjálvandi ikki Høgna Hoydali. Tí í hansara heimi er Ríkisfelagsskapurin bara ein spennitroyggja og ein illbøn.

Í øllum føri fekk hann eitt herðindi av at lesa, tí annars vælskrivaðu, greinina hjá Bárða Nielsen í Altinget fyrr í vikuni. Í greinini ger løgmaður greitt, at Føroyar eru ein partur av Vesturheiminum, og at vit alsamt meira sjálvi skulu taka avgerðir, tá tað kemur til uttanríkis- og verjumál – nakað sum danska stjórnin tekur fult undir við.

Løgmaður fer í greinini inn á, at tað í Føroyum ræður eitt bláóygt kjak um verju- og uttanríkismál. Hetta er satt, men tað kemur ikki av ongum. Tað kemur nevniliga av, at vit í Føroyum ikki hava tikið størri uttanríkis- og verjupolitiskar avgerðir fyrr. At Høgni Hoydal velur at kalla tað eina søgufalsan má standa fyri hansara egnu rokning - tí tað hevur einki hald í veruleikanum. Men tað tykist mær, sum Tjóðveldisformaðurin livir í síni egnu verð, og nú er við at blíva bangin fyri, at vit kunnu taka avgerðir í málum, sum eru ríkismál. Tað hevur jú verið hansara uppáhald, at einki kann lata seg gera í hesum “sokallaða Ríkisfelagsskapinum” sum hann kallar tað.

Veruleikin er tann, at Ríkisfelagsskapurin er í eini broytingartíð, og at Føroyar nú standa í tí støðu at skula taka eina avgerð um ein møguligan NATO-radara á Sornfelli. Tað er púra greitt, at avgerðin liggur í Føroyum.

Men ístaðin fyri at ymsir politikarir fyrihalda seg til sjálva avgerðina, so verður alt gjørt til ein vavgreyt, um hvør nú skal “eiga” radaran - skal hann verða danskur ella føroyskur? Tað er ein NATO-radari, talan er um, og vit - Føroyar - skulu avgera, um vit vilja hava hann ella ikki.

Ein yvirvøkuradari ger okkum ikki til eitt bumbumál
Eisini kemur gamla skrønan upp um, at Føroyar fara at gerast eitt bumbumál, um hesin radarin verður settur upp á Sornfelli – also at Føroyar beinleiðis verða í vanda.

Sannleikin er tann, at radarin skal síggjast í myndini av einari yvirvøkuverju av Norðuratlantshavi. Also hevur endamálið við radaranum ta beinleiðis mótsattu effektina av einum bumbumálið. Hann skal nevniliga verja okkum ímóti, at vit kunnu verða misnýtt av øðrum stórveldum. Radarin kann ikki skjóta, men kann síggja, og verður tískil okkara eygu.

Fyri stuttum var eg á einum sera áhugaverdum seminari á danska Forsvarsakademinum, og har hefti eg meg serliga við eina av útsøgnunum hjá Peter Viggo Jakobsen, sum er professari í Institut for Strategi og Krigsstudier í Forsvarsakademinum.

Hann segði, at Arktiski Kapacitetspakkin, sum radarin er ein partur av, er genialt skrúaður saman, tí hann kann síggja men ikki skjóta. Eingin – heldur ikki Russland - kann ilskast inn á, at eitt land vil vita, hvat hendur í egnum øki. Tað er okkara rættur og ábyrgd. Russland ger júst tað sama og hevur sett radarar upp eftir allari strandalinjuni heilt fra Europa til Asia.

Peter Viggo Jakobsen undirstrikaði, at radarin júst kemur undir tað, sum man kann gera fyri at verja sítt land, uttan at virka aggressivur og provokerandi á Russland.

Mín meining um radaran er greið: Vit mugu heldur vita enn gita. Radarin er ein verja av Føroyum og kann ongantíð gerast ein vandi.

Tjóðveldisformaðurin ristir í brókunum
At Høgni Hoydal hevur fingið riddarakrossin hjá løgmanni so skeivt í hálsin, er kanska ikki so óvæntað, og jú eisini skiljandi. Serliga tá løgmaður nú so greitt hevur meldað út, at Føroyar eru ein partur av vesturheiminum og skulu taka størri ábyrgd á uttanríkis- og verjupolitikkinum, og viktigast av øllum: At tað nú letur seg gera innan Ríkisfelagsskapssins karmar.

Tað fær nokk eitt hvørt loysingarfólk at rista í brókunum.

Edmund Joensen
Fólkatingslimur fyri Sambandsflokkin